Tórshavnar Sløkkilið hevur tikið umleið 10.000 litrar av olju upp eftir dálkingina, sum var herfyri, og nú er at kalla einki eftir
-Tað liggur onkur lítil hylur eftir, sum vit eru í ferð við at reinsa, sigur Hans David Hansen, átaksleiðari, við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu. Men tað hevur gingið betri, enn væntað, sigur hann.
Hann sigur, at hesir umleið 10.000 litrarnir eru ein meting, og so skal havast í huga, at í góðveðrinum er nakað væl helst eisini fordampað. So samlaða mongdin, sum er farin á sjógv, hevur verið rættiliga stór, sigur Hans David Hansen.
Átaksleiðarin sigur, at talan er um feska olju, sum ikki hevur ligið og rikið í fleiri dagar. Hóast teir hava eina meting av, hvaðani oljan stavar, er eingin endalig staðfesting gjørd enn, sigur hann.