Ingolf S. Olsen
Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, og hansara makrel-samráðingartoymi undir leiðslu av Herluf Sigvaldsson eru seinastu dagarnar heiðrað sum rættar hetjur, tí tey vunnu tað langdrigna og spennandi talvið um makrelin móti hinum strandarlondunum.
Men var hesin dysturin tann strategiskt og taktiskt trupli, so er tað tann blóðuga orrustan, ið stendur fyri framman nú, tá fongurin skal býtast her heima, og allir veiðubólkarnir í okkara fiskiflota bretta upp ermar fyri at kanna sær størsta bitan.
Nógvir um boðið
Áðrenn strandarlandaavtalan datt niður fyri í 2010, hevði føroyski uppsjóvarflotin við sínum til samans sjey veiðiloyvum einkarrætt til makrelkvoturnar. Men tá Jacob Vestergaard trýfaldaði kvotuna í 2010, sluppu aðrir upp í part. Millum annað sluppu risastóru verksmiðjuskipini hjá Thor í Hósvík í føroyskan sjógv, og latið varð eisini upp fyri øðrum veiðibólkum at veiða makrel.
Árini eftir øktust kvoturnar bara, og í dag eru tað bert útróðrarbátarnir, sum ikki eru slopnir upp í part at fiska makrel.
Jacob Vestergaard, hevur verið fiskimálaráðharri øll árini uttan nakrar mánaðir, tá sonvenda makrelsamgongan stýrdi upp undir valið í oktober 2011, og hann hevur alla tíðina sagt, at makrelfiskiskapurin og harvið eisini innanhýsis kvotabýtið var í einari serstøðu, so leingi føroyska kvotan ikki var partur av einari millumlanda avtalu.
Tí hevur heldur ongin uttan fyri uppsjóvarflotan fingið eginkvotur til makrel, men bert loyvi at fiska av felagskvotum. Eginkvoturnar verða juridiskt fataðar sum eitt slag av ognarrætti til tann fiskiskapin, tær eru latnar til, meðan felagskvota ikki gevur somu bindandi rættindi.
Men mikudagin 12. mars skrivaðu Føroyar, Noreg og ES undir eina fimm ára makrelavtalu, og tískil er makrelfiskiskapurin ikki longur í eini serstøðu. Millumlanda avtala er eisini longu gjørd við ES um rættin at fiska inni hjá hvørjum øðrum. Føroyar sleppa at fiska 30 prosent av kvotuni í ES-sjógvi. Ein líknandi avtala er gjørd við Noreg, og við henni sleppa vit at fiska 35 prosent av okkara makrelkvotu í norskum sjógvi.
Eg býti
Spurningurin er so, hvussu fiskimálaráðharrin ætlar at býta nú – og at tað er hann, sum skal býta, letur hann ongan iva vera um.
– Tað eri eg yvirskipað, ið býti út. Tað eri eg, sum eri valdur til tað, og tað ætli eg mær at gera, sigur Jacob Vestergaard avgjørdur.
Hann væntar ikki, at tað verða gjørdar stórar broytingar í býtinum í ár samanborið við í fjør, tí tað er liðið so langt út á árið.
– Nýggja avtalan er nakað skerd í ár og fær ikki fullan virknað fyrr enn næsta ár, millum annað tí bæði Noreg og ES longu høvdu lutað út av teirra makrelkvotum, áðrenn semjan okkara millum varð gjørd fyrr í mánaðinum. Kvotan í ár er eisini politiskt ásett, og tískil er hon væl størri, enn ICES mælir til.
– Men frá í næsta ár hava vit bundið okkum til at fylgja tilmælunum frá ICES. Vit hava tískil aftur eitt slag av serstøðu í ár, sum millum annað merkir, at vit mugu fiska ein lutfalsliga stóran part av kvotuni í føroyskum sjógvi, tí hvørki vinnan ella umsitingin klárar at umskipa seg til broyttu støðuna við so stuttum skotbrái. Vertíðin nærkast jú í stórum, so mest nærliggjandi er, at fiskiskapurin í ár verður skipaður eftir nøkulunda sama leisti sum í fjør, sigur Jacob Vestergaard.
Bítast í eitt ár
Tað merkir so, at vinnan hevur eitt lítið ár at berjast innanhýsis og við politisku skipanina um endaliga býtið av teimum átta prosentstigunum, sum føroyski parturin av samlaðu kvotuni er øktur við.
Jacob Vestergaard nevnir fleiri mátar at býta, men hann leggur dent á, at bert skip, sum sjálv eru før fyri at fiska makrel skulu hava beinleiðis part í makrelkvotuni, og at uppsjóvarflotin eisinini skal hava sín lut í økingini av føroysku heildarkvotuni umframt tey umleið fimm prosentini av kvotuni, sum hesin flotin frammanundan eigur í eginkvotum.
Kravið um, at bert skip, ið kunnu fiska makrel, fáa kvotu, merkir, at eitt nú línuskipini ikki sleppa upp í part.
– Tað er rætt, men ætlanin er ikki, at tey skulu verða við sviðusoð, tí ein partur av øktu kvotuni kann brúkast at keypa sær rættindi at fiska onnur fiskasløg í fremmandum sjógvi. Eitt nú kann hugsast, at vit kunnu keypa tosk í eysturgrønlandi og kanska eisini í barentshavinum til línuflotan, sigur Jacob Vestergaard.
Nýggj søgulig rættindi
Annars heldur hann, at hyggjast skal eftir, hvussu nógv teir ymisku veiðibólkarnir hava megnað at fiskað av makreli hesi árini í serstøðu.
– Tá er so ein møguleiki eisini at brúka tey úrslitini sum grundarlag, tá ein heilt nýggjur býtislykil skal verða klárur í seinasta lagi til fiskiskapin næsta ár, sigur fiskimálaráðharrin.
Tó at olympiski fiskiskapurin tey seinastu fýra árini soleiðis verður vekslaður til søgulig rættindi, so ivast hann í, um hetta eisini skal verða galdandi fyri tann partin av veiðiloyvunum, ið frammanundan bert góvu rættindi at fiska í fremmandum sjógvi – tað eru kyrrahavsloyvini hjá Thor í Hósvík, krabbaloyvið hjá sama, rækjuloyvini og flakatrolararnir.
– Eg eri ikki rættiliga avkláraður í spurninginum, um tað er rætt at geva veiðiloyvunum í Suðurkyrrahavinum makrel-eginkvotur nú, tí hesi mistu onki orsakað av, at vit fóru úr makrelsamstarvinum í 2010. Bæði flakatrolararnir og rækjuskipini fáa nú tað aftur, sum tey mistu tá, og vit kunnu eisini brúka part av makrelkvotuni at keypa teimum eyka kvotur. Tí er tað í fyrsta lagi partrolararnir, lemmatrolararnir og ídnaðarskipini eg hugsi um, sum kundu fingið eginkvotur eftir einum nýggjum býtislykili, sigur Jacob Vestergaard.
Bindandi eginkvotur
Og at fiskiskapurin eigur at skipast við eginkvotum, soleiðis sum Reiðarafelagið eisini mælir til, er hann sannførdur um, tó at tað neyvan verður fyrr enn næsta ár.
– Málið má vera at fáa sum mest burtur úr øktu heildarkvotuni, og tað merkir, at makrelurin skal fiskast, tá hann er bestur og har hann er bestur. Allar royndir vísa okkum, at hesum málinum røkka vit ikki við felagskvotum og olympiskum fiskaríi. Tí mugu skipini hava eginkvotur, so tey fáa lagt fiskiskapin til rættis, sigur Jacob Vestergaard.
Tá skipini hava fingið eginkvotur til makrelin, er býtið rættarliga bindandi. Tað sigur søgan okkum.
Men hvussu verður so hjá teimum, ið áður høvdu einkarrætt at fiska makrel – tað er uppsjóvarflotanum – um samlaða kvotan hjá Føroyum fer niður á ella niður um aftur tey 33.000 tonsini, hon var í 2009, árið undan føroysku einagongdini?
– Ja tað er eisini spurningur, vit skulu svara. At fleiri sleppa upp í part nú skal ikki merkja, at uppsjóvarflotin tá avtornar endar við at vera verri fyri, enn hann vildi verið, um okkara kvotupartur ongantíð var øktur. Ein møguleiki er at marka heildarkvotuna ella býta hana upp, soleiðis at eginkvoturnar av makreli hjá nýggju veiðubólkunum bert kunnu brúkast at fiska tann partin, sum liggur omanfyri eitt ásett mark í tonsatali. Alt, sum liggur niðanfyri hetta markið, kann so markast til uppsjóvarflotan, sigur Jacob Vestergaard.
---
FAKTA
Makrel-semjan millum Føroyar, Noreg og ES gevur Føroyum eina makrelkvotu á 156.240 tons í ár, Noreg fær 280.000 tons og ES 611.000 tons. Føroyski parturin svarar til 12,6 prosent av mest loyvdu kvotuni (TAC’num), sum tey teir tríggir partarnir í ár politiskt hava ásett at vera 1,24 milliónir tons. Norski luturin og luturin hjá ES eru til samans 71,8 prosent av TAC’num. Tey seinastu 15,6 prosentini eru ætlað Íslandi, Grønlandi og Russlandi, sum tó á ongan hátt eru bundin av hesum, tí tey standa uttan fyri semjuna.
Semjan millum Føroyar, Noreg og ES er galdandi tey næstu fimm árini, men tó at londini við politiskt ásetta TAC’num í ár fóru 350.000 tons upp um ICES-tilmælið, sum segði 890.000 tons, so eru partarnir samdir um at fylgja ICES-tilmælunum tey næstu fýra árini.