Tað hevur av álvara drigið út við at fremja fiskivinnunýskipanina, sum samgonguskjalið leggur upp til. Í tí er eitt yvirlit yvir tær broytingar, sum samgongan vil fremja. Har stendur eisini, at øll fiskivinnulóggávan skal dagførast og gerast einfaldari. Og sambært samgonguskjalinum skuldi eitt uppskot um broytta fiskivinnulóggávu leggjast fyri politisku skipanina til støðutakan longu í 2012.
Tað hendi ikki.
Fyri einum góðum ári síðani skrivaði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, so eitt upprit um at broyta fiskivinnulóggávuna. Uppritið, sum er dagfest 22. januar 2013, var gjørt til ein landsstýrisfund, og landsstýrismaðurin endar tað soleiðis:
”Eg biði um undirtøku fyri at arbeiða ítøkiliga við hesum lógarbroytingum, so at tær kunnu leggjast fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, saman við eini tekniskt yvirhálaðari lóg.”
Undirtøkuna fekk hann, men síðani er lítið og onki hent. Onki uppskot var lagt fyri Løgtingið ta tingsetuna, og tað verður heldur onki lagt fyri tingið hesa tingsetuna.
Aðalmálið er at fáa eina breiða semju, so friður verður um fiskivinnupolitikkin langt fram tí tíðina. Tí setti Jacob Vestergaard longu stutt eftir, at hann hevði tikið við sum landsstýrismaður, ein politiskan fylgibólk at fylgja við og luttaka í arbeiðnum at umkalfatra fiskivinnulóggávuna.
Men ongin fundur hevur verið í politiska fylgibólkinum síðani í fjør vár.
- Tað er ikki semja um týðandi tættir í fiskivinnuni. Vit eru heldur ikki samd innanhýsis í samgonguni. Ein semja í samgonguni má vera minstamark fyri, at eg fari í Løgtingið við nøkrum lógaruppskoti, sigur landsstýrismaðurin sum grundgeving fyri, hví dagføring av fiskivinnulóggávuni er komin í drag.
Hann sigur seg nú vóna, at eitt uppskot um broytingar í fiskivinnulóggávuni kann sendast til hoyringar hjá vinnuni í vár og síðani leggjast fyri tingið á ólavsøku.
Gevur sær stundir
Hann viðgongur, at hann kanska hevði strongt harðari á at fingið eina semju, um tað snúið seg um okkurt annað stórmál – ein tunnil til dømis:
- Ja, fyri meg og fyri Fólkaflokkin er ein fiski-vinnunýskipan ikki so avgerandi, at eg fari at bróta meg sundur fyri at fáa eina semju, tí eg kann væl liva við verandi lógar- og regluverki, sigur Jacob Vestergaard.
Hann leggur tó dent á, at hetta als ikki skal skiljast soleiðis, at hann liggur á løtu síðuni í hesum málinum.
- Sjálvsagt leggi eg stóra orku í at finna eina breiða semju. Tað er bara ein sannroynd, at ein nýskipan av fiskivinnuni tykist hava størri týdning fyri hinar flokkarnar enn fyri okkum, og tí havi eg tíð at gera mær ómak og geva mær stundir at finna ta bestu semjuna, sigur fiskimálaráðharrin.
At verandi fiskiloyvi ganga út 1. januar 2018 er heldur ikki nakað, sum órógvar hann nakað serligt.
- Tað er lógarfest, at loyvini ganga út tá, men eisini, at gildistíðin leypandi kann verða longd við fimm árum í senn, um onki annað verður gjørt. So eg síggi ikki tann stóra vandan í so máta, um vit ikki fáa eina semju um nýggja fiskivinnulóggávu innan ta tíð, sigur hann.
Hann viðgongur eisini, at tað helst hastar meira hjá øðrum flokkum enn Fólkaflokkinum, at fáa eina fiskivinnunýskipan framda áðrenn næsta Løgtingsval, sum í seinasta lagi skal verða 29. oktober 2015. Á valinum í 2011 vann flokkurin – umframt við skattalættananum – við at ganga ímóti víttgangandi broytingum í verandi fiskivinnuskipan.
- Í Fólkaflokkinum eru vit samd um at halda fast við verandi loyvisskipan og um at vera ímóti eini uppboðssøluskipan, sum andstøðan, partar av Sambandsflokkinum og Miðflokkurin vilja hava. Tað er ikki Fólkaflokkurin, ið ætlar at gera nakra kollvelting. Eg vil kalla tað, sum eg arbeiði við, fyri eina tillaging og nýmótansgerð av verandi skipan, heldur enn eina fiskivinnunýskipan ella reform, sigur Jacob Vestergaard.
Út við útlendingum
Sjálvur agiterar hann tó fyri inntrivum og ásetingum, sum fyri nógv helst tykjast víttgangandi. Eitt nú vil fiskimálaráðharrin, at útlendingar ikki skulu sleppa at eiga eina krónu í føroysku fiskivinnuni á sjónum. Men hjá einum reint føroyskum eigaraskara skulu hinvegin lítlar og ongar avmarkingar vera í møguleikunum at keypa og selja rættindi sínamillum.
- Tað er útlendski grammleikin at sleppa upp í part, sum serliga hevur fingið prísirnar á skipum og loyvum og harvið kapitalkostnaðin hjá reiðaríunum at eksplodera. Hetta undirgrevur dynamikkin í vinnuni, sigur Jacob Vestergaard.
- Hinvegin fer tað at stimbra undir dynamikkin og effektiviseringarnar, um skottini at avhenda fiskiloyvir, kvotur og fiskidagar millum bólkar verða tikin burtur. Eg vænti, at vit tá fara at síggja samanleggingar av reiðaríum og færri skip, men sama ella betri fiskiskap og tískil betri avkast. Í tann mun hesi skottini eru partur av einari reguleringsskipan at fremja stovns- og umhvørvisrøkt, skulu vit tó sjálvsagt halda fast í teimum, sigur hann.
Stendur tað til fiskimálaráðharran verður ein hin mest umtalaða orðingin í lógini um vinnuligan fiskiskap eisini broytt. Tað er ásetingin í grein 2, sum sigur at alt livandi tilfeingið í føroyskum sjóøki og har, vit annars eiga rættindi, er ”ogn Føroya fólks”. Hetta vil Jacob Vestergaard hava broytt til ”landsins ogn”.
- Tað er fyri at sleppa undan hesum evindaliga tvídráttinum um, hvat handan orðingin í veruleikanum merkir. Tað eru jú nógv, sum tvíhalda um, at hvør einstakur borgari hevur persónligan ræðisrætt yvir sínum brotparti av hesi fólksins ogn. Tað eri eg als ikki samdur í, men fyri at sleppa undan slíkum trætum, er tað helst skilabest at broyta orðingina, sigur hann.
Avkast og ævig loyvi
Eitt av høvuðsargumentunum móti uppboðssøluni er, at endamálið við henni er at skapa maksimalt avkast til landskassan. Prísurin fyri hetta er, at politiska skipanin sleppir stýringini á fiskivinnuni, og tískil ikki fær framt ymiskar samfelagsgagnligar ásetingar og endamálsorðingar, sum standa í verandi lóg um vinnuligan fiskiskap.
Millum annað stendur í grein 2, at tað í umsitingini av lógini skal leggjast dentur á, at ”…tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið.”
Men her viga atlitini til maksimalt avkast hjá hvørjum einstøkum reiðaríi tó so nógv, at landsstýrismaðurin vil strika tann partin av ásetingini, sum vil tryggja arbeiðspláss kring alt landið.
- Eg haldi, at avkastið eigur at hava hægstu raðfesting her, og ein slík áseting forðar vinnuni at skipa seg innan best møguligar karmar við best møguligum rakstri. Lógin skal vera ein vinnulóggáva og ikki ein arbeiðsmarknaðar- ella sosiallóggáva, sigur Jacob Vestergaard.
Ein onnur víttgangandi broyting, sum landsstýrismaðurin ætlar, er í gildistíðini á fiskirættindum. Í sínum uppriti til landsstýrið fyri einum ári síðani skjýtur hann upp, at onki áramal longur skal vera, men í staðin ein áseting um, at landsstýrið kann siga rættindi upp við sjey ella níggju ára varningi.
Hvassastu atfinnararnir móti hesum – tað eru andstøðuflokkarnir, fiskivinnufrøðingar og búskaparfrøðingar – siga, at tað í praksis fer at merkja, at reiðararnir fáa fiskirættindini til gávus í tíð og ævir.
Góðar vónir um semju
Tó at semja er í Fólkaflokkinum um at halda fast í verandi loyvisskipan, so eru tó ymiskar meiningar í flokkinum um millum annað útlendskan eigaraskap, ásannar Jacob Vestergaard.
Og hann ásannar eisini, at innanhýsis semja í egnum flokki nyttar lítið, tá aðalmálið er at røkka einari breiðari semju, har helst allir flokkar skulu vera við.
- Tað er eisini júst tí, at hetta tekur so langa tíð. Tað eru nógvar ymiskar uppfatanir og ósemjur, sum skulu vendast og mýkjast, eisini sovorðið, sum av ideologiskum orsøkum er torført at mýkja. Men eg haldi, at samráðingarandin í politiska fylgibólkinum hevur verið góður, og allir partar hava víst vilja at flyta seg. Tí havi eg góðar vónir, um at vit fáa eina breiða semju, tá avtornar, sigur fiskimálaráðharrin.
Eisini hann og Fólkaflokkurin eru sinnaðir at mýkja ideologiskt merktu sjónarmiðini. Millum annað hevur landsstýrismaðurin ein leist fyri tilfeingisgjaldi grundað á tilfeingisrentu við í sínum uppriti, tó at hann grundleggjandi als ikki tekur undir við nøkrum slagi av tilfeingisgjaldi.
- Nei, eg haldi, at vinnan dugir nógv best sjálv at fáa størst møguligt burtur úr sínum avkasti, bæði til frama fyri seg sjálva og samfelagið. Men trýstið á at fáa ásett okkurt slag av tilfeingisgjaldi er so mikið stórt og avgerandi fyri aðrar flokkar, at vit boyggja okkum har, sigur hann.
Nei til uppboðssølu
Eina striku hevur hann tó sett í sandin, sum hann ikki ætlar at fara yvirum.
- Tað kemur ongin lógarfest uppboðssøla við okkara hjálp. Tað er ein skipan, sum sær gott út á pappírinum hjá nøkrum, ið ikki ána, hvussu fiskivinnan fungerar í praksis. Vinnan kann als liva við einari slíkari skipan, sigur Jacob Vestergaard.