Tað var tann 3. mars í 2022, at Jógvan á Lakjuni táverandi løgtignsformaður, setti Ken Nónklett, advokat, at kanna embætisførsluna hjá Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismanni.
Kanningstjórin sigur millum annað, at landsstýrismaðurin hevur brotið góðan fyrisitingarsið.
Frágreiðingin er drúgv, góðar 200 síður, men ein niðurstøða er, at kanningarstjórin mælir til, at Løgtingið endar málið við einum uppskoti til samtyktar um at geva fyrrverandi landsstýrismanninum, Jacob Vestergaard, eina átalu fyri brrot á grein 5, stk 1 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna. fyri tilvitað at hava drálað við at viðgera umsóknirnar viðvíkjandi útlutan av kvotu eftir grein 49, stk1 í sjófeingislógini í 2020.
##med2##
##med3##
##med4##
Meira kemur seinni.