Vestergaard skeldar norðmenn

Nú ein fiskirættindasáttmáli er komin upp á pláss millum Noreg og Føroyar, kundi verið líkt til, at málið er liðugt. Men tað er tað ikki. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fer nevniliga innan tríggjar mánaðir at taka óhepnu støðuna, sum var til samráðingarnar, upp við norska fiskimálaráðharran

Hóast nýggjur fiskirættindasáttmáli er funnin millum Føroyar og Noreg, er Jacob Vestergaard ikki nøgdur við framferðina hjá norðmonnum, sum tóku makrelin á skránna, hóast hann ikki var settur á upprunaligu skránna.

- Vit fara at taka hetta upp politiskt, tí vit mugu syrgja fyri, at samráðingar millum tvey lond verða hildnar á jøvnum føti. Eg fari at tosa við fiskimálaráðharran í Noregi, har eg fari at greiða henni frá, at hetta als ikki er nøktandi, og at framtíðarsamráðingar ikki mugu enda soleiðis, sigur Jacob Vestergaard. Sum í gjár harmaðist gíslastøðuna, sum føroyskir flakatrolarar hava verið í síðan 9. januar, tá upprunaligu samráðingarnar slitnaðu. Hetta hevði við sær, at ongin avtala var millum londini, og tí vóru skipini rikin úr økjunum hjá hvørjum øðrum.


Nøgdur við úrslitið

Hóast Jacob Vestergaard er firtin inn á norðmenn um framferðarháttin í til samráðingarnar, so er hann nøgdur við endaliga úrslitið, hóast hetta hevði við sær, at føroyingar slakaðu fyri makrelkravinum, tí hetta gav nøkur tons eyka í hinum endanum. Samstundis er makrelavtalan bara galdandi fyri í ár.

Avtalan inniber, at føroyingar sleppa at fiska 120 tons av hýsu og 97 tons av toski afturat í norskum sjógvi, men kvotan, ið vanliga kundi flytast úr russiskum sjógvi í norskan er minkað við umleið 500 tonsum. Eisini er avgjørt, at norðmenn fáa 4000 tons minni av svartkjafti í føroyskum sjógvi.

Norðmenn sleppa hinvegin at veiða júst tað sama, teir fyrr hava veitt í føroyskum sjógvi. Umframt, at teir fingu sín vilja við makrelinum, sum sampakkar við lutfallið, sum Føroyar og Noreg hava ímillum sín í Strandalandahøpi.