Kórið, sum hevur um 40 limir, hevur skipað fyri sangi til ymisk høvi í bygdini eitt nú til 1. maidagshaldið, eisini hugnatiltøk sum t.d. bindiklubbaveislum fyri konufólkini í bygdini, sum hevur fingið stóra undirtøku.
Fyrsta dagin kemur stuðulskalendari teirra út, og vit hava fingið loyvi frá kórinum at kaga í kalendaran, sum er prýddur við vøkrum myndum á báðum síðum. Vert er at gera vart við, at kórið á hvørjum ári nýtir gamlar myndir saman við nýggari myndum eisini, so fólk kunnu tosa um nýtt og gamalt, tá kalendarin kemur inn á hurðina.
Á januar/juni síðuni eru myndir av Vestmanna bygd - onnur er ein nýttársmynd frá uml. 1985 og hin er ein vár / summarmynd frá umleið 1960. Á juli/desembur síðuni eru myndir frá Vestmanna kirkju. Nú kirkjan er umbygd og ístandsett, hevur kórið nýtt høvið at avmynda gomlu og nýggju altartalvurnar. Sum tað sæst á myndunum, so er valið, tað at avmynda altartalvurnar, eitt gott val, tí hetta er sanniliga eitt áhugavert myndaevni.