Vestmannakvinnur vunnu sær góðan fyrimun (FM1)

(FM1) Hoyr Báru K. Hansen hjá Kyndli og Duritu C. Jojic hjá VÍF seta orð á 24-19 (11-9) sigurin hjá VÍF í fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini

##med2##

Vestmannakvinnur hava vunnið sær ein góðan fyrimun áðrenn seinnu hálvfinaluna móti Kyndli í høllini í Vestmanna komandi leygarkvøld.

VÍF vann 24-19 á Kyndli í høllini í Vestmanna í kvøld. Í steðginum var VÍF á odda 11-9. Hetta merkir, at VÍF hevur ráð at tapa seinnu hálvfinaluna við fýra málum. Eitt úrslit sum 23-18 ella 22-17 til Kyndil sendir eisini VÍF víðari uppá regulin, at mál á útivølli telja dupult.

Kyndil-VÍF 19-24 (9-11)

Kyndil: Bára K. Hansen 5, Anja Eliasen 4, Súna K. Hansen 3, Beinta Bárðardóttir 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Beinta Hansen 1, Natasja Hammer 1, Sólja Poulsen 1

VÍF: Agnas Olsen 6, Ró Nielsen 5, Heidi Maria Akselsen 4, Durita C. Jojic 4, Lise Marie Evensen 3, Ingibjørg Olsen 1, Randi Virgarsdóttir 1. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga beinleiðis frá dystarendanum.

2) Hoyr viðmerkjaran, Sjúrður H. Hoydal, ið hevði hendan leiklutin í hesum dystinum taka samanum ein uppibornan sigur til VÍF. Sjúrður staðfestir, at álopsspælið hjá Kyndli má betrast munandi um tær skulu vinna seg í steypafinaluna.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Báru K. Hansen hjá Kyndli, ið er vónbrotin av úrslitinum í kvøld, men hon slær fast, at tær í Kyndli trúgva uppá, at tær kunnu vinna ein samlaðan sigur á VÍF um enn tað verður torført.

4) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Duritu C. Jojic. Durita fegnast um sigurin og fyrimunin VÍF hevur til seinna dystin. Men hóast góða sigurin harmast Durita, at VÍF hevði løtur í dystinum í kvøld, har tær ikki fingu spælið at koyra. 

 

(Samrøður: Bára K. Hansen og Durita C. Jojic)