Vestmenningar fingu ikki sovið í nátt av larmi. Øll bygdin varð á miðjari nátt vakt av skúlaklokkuni, sum helt fram til klokkan 6. Hví skúlaklokkan byrjaði at ringja, veit mann ikki.
- Skúlaklokkan var farin í gongd av óskiljandi orsøkum, ljóðar tað frá løgregluni.
Klokkan 4 í morgun fór klokkan í gongd, og larmurin steðgaði ikki aftur fyrr enn tveir tímar seinni. Tá hevði onkur ringt inn til løgregluna og klagað um larmin, tí tey fingu ikki sovið.