Vestmenningar hita upp í Havn

Nógvir gulir hondbóltsfjepparar búgva í høvuðsstaðnum, og til steypafinaluna verður hitað upp í Havn

Tá VÍF hevur spælt stórar dystir av ymsum slag, verður aloftast skipað fyri upphiting í Vestmanna, men soleiðis verður ikki í morgin

 

VÍF fer nevnliga at hava upphiting á Café Natúr í Havn, áðrenn mansfinaluna í morgin. Skipað veður fyri busskoyring úr Vestmanna, haðani bussar koyra klokkan 12.30, og síðani verður koyrt oman á Kongabrúnna, har andlitsmáling v.m. fer fram. Og ivaleyst verður roknað við, at hetta eisini er upplagt høvi hjá vestmenningum í Havn at savnast undan finaluni.

 

Upphitingin stendur við, til kvinnufinalan er av. Tá koyra bussarnir niðan á Nabb, og so ræður um at fylla syðra endan av høllini, har gulu áskoðararnir ivaleyst fara at fylkjast til dystin.

 

Sjálv mansfinalan verður blást ígongd klokkan 16.