Vestmenningar løgdu væl frá landi

Hondbóltur menn: H71 verjuspælið var ikki so sannførandi síðsta korterið, tá ið fyrsta finalan varð avgjørd

Tað verður tann parturin, sum fyrst vinnur tríggjar finalur, ið verður FM vinnari í manshondbólti. Í dag var fyrsta finalan í høllini í Vestmanna, og hana vann VÍF. Úrslitið og gongdin kundi bent á, at tað vera fleiri enn tríggjar finalur.

 

Úrslitið í dag var 30 - 26 eftir hálvleiksstøðuna 14 - 11.

 

Hoyvíkingar vóru ikki so stinnir í verjuni í dag, sum teir hava verið í landskappingini higartil í ár, og í álopsspælinum var talan um ov nógvar villur. At tað ikki gekk so væl í verjupartinum bar við sær, at H71 skifti nógv út í miðverjuni, og tað kendist at vera darvandi, at tað vóru so nógvar skiftingar.

 

-Tað er týdningarmikið at vinna fyrsta dystin, og nú gleða vit okkum til mikukvøldið at spæla í Hoyvík, sigur Filip Jojic við Asbjørn Nattestad á midlar.fo. Filip var toppskjútti hjá VÍF við 12 málum, og tað kom illa við hjá VÍF, tá ið Filip ikki var á vøllinum fyrstu løtuna eftir steðgin. Hesa løtuna vendi H71 støðuni frá at vera 14 – 11 eftir fyrra hálvleik og til 16 – 15 H71 leiðslu, tá ið seinni hálvleikur var 12 minuttir gamal:

 

-Tað var neyðugt at seyma, tí síðst í fyrra hálvleiki fekk eg eitt hol dygst við annað eyga. Tíbetur bar til til at fáa aftur á vøllin, greiðir Filip Jojic frá.

 

Peter Krogh hjá H71 ásannar, at hetta var ikki gott avrik hjá hansara monnum:

 

-At VÍF skoraði 30 mál sigur, at vit vóru ikki nóg góðir í verjuni. Vit taptu ov nógvar mann ímóti manni støðum, og at vit í álopsspælinum gjørdu ov nógv mistøk bar við sær, at teir fleiri ferðir skoraðu í skjótum mótálopum, sigur Peter Krogh, sum saman við Boga Hansen við sjey málum var toppskjútti hjá H71.

 

Onnur FM finalan verður mikukvøldið 10. mai í Hoyvík. Triðja finalan verður í Vestmanna um eina viku, og um tað verður neyðugt við fjórðu og fimtu finalum, so vera tær 17. og 20. mai.

 

Dómaraseðilin

 

https://files.hsf.fo/matches/reports/LZUYyxE8ijMbGjZPyQUR.pdf

 

 

 

VÍF – H71 30 – 26 (14 – 11)

 

VÍF: Filip Jojic 12, Halluar Arason 8, Sjúrður Olsen 5, Andrias Eriksen 2, Kristian Jensen 2,

 

Hans Christophersen 1

 

H71: Peter Krogh 7, Bogi Hansen 7, Rói Seyer Hjaltason 4, Rói Ellefsen á Skipagøtu 3, Rókur Ziskason 2, Rúni Vest Højgaard 1, Sakir T. Frýdal 1, Niklas H. Hanusarson 1