Vestmenningar rinda meira í skatt

Góður tíðirnar í føroyska samfelagnum síggjast aftur í kommunukassanum í Vestmanna. Skattainntøkan hjá Vestmanna kommuna er nevniliga 8,2 prosentstig hægri fyrstu seks mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað upplýsir kommunan á síni heimasíðu.


Í reiðum peningi er talan um ein vøkstur á 1,56 milliónir krónur. Higartil í ár hevur kommnan fingið 20,6 milliónir krónur inn í skatt, meðan hon sama tíðarskeið í fjør fekk 19 milliónir krónur inn í skatti.


Juni mánaður hilnaðist ikki eins væl sum árið sum heild. Meðan vøksturin gjøgnum alt árið var 8,2 prosent, so var vøksturin í juni 7,38 prosent.