Vestmenningar fara at selja haruhagarnar í dag, og eins og nógvu undanfarnu árini verður tað Eydna á Rógvi Simonsen, sum fer at standa fyri uppboðsøluni.
Úr Vestmanna verður sagt, at haruhagarnir verða seldir í hesi raðfylgju: Heimihagin heimari, Heimihagin norðan, Brekkurnar og Norðurnesið.
- Eisini verður eitt veðurlamb selt. Uppboðsølan byrjar í dag klokkan 15 á Byrgisvegi 15, verður lagt aftrat.