Óteljandi ferðir hevur høllin í Vestmanna kókað, tá ið hon hevur verið karmur um dyst millum VÍF og Kyndil, og dysturin millum liðini sunnudagin var heldur einki undantak. Tað er trupult at ímynda sær, hvussu tað hevði verið, um dysturin hevði verið leiktur fyri afturlatnum hurðum, soleiðis sum onkur helt, at tað skuldi verið sum revsing fyri ósømiliga atburðin hjá vestmannaáskoðarunum herfyri.
VÍF byrjaði sum eitt ódnarveður
Tað tóktist beinan vegin í dystinum sum um, at alt hóvastákið í sambandi við dystin millum vestmenningar og Neistan í Vestmanna hevði givið vestmenningum júst tann neyðuga íblásturin til dystin móti arvafíggindunum úr Kyndli. Teir løgdu fyri sum eitt ódnarveður, og við liðskiparanum Hjalmari Klein Olsen á odda fingu teir eina flúgvandi byrjan. Einans fimm minuttir vóru leiktir, tá ið vestmenningar høvdu lagt seg á odda 5-1.
Kyndlaliðið tóktist darvað av, at teir vantaðu stórskjúttan á høgra bakki Hannis Wardum, sum sat uttan fyri við einum ringum ryggi. Ístaðin stillaði Kyndil upp við leikandi venjaranum Jacobi Jónssyni á høgra bakki og Bjarna Wardum á skiparaplássinum.
Vestmenningar byrjaðu við Bárði Nielsen í málinum, og hann stóð so mikið væl, at tað bert var til tað eina brotskastið móti endanum av dystinum, at Eli Müller, ið hevði ligið sjúkur alla vikuna, kom inn at royna seg.
Tað var ikki fyrr enn komið var út til miðjan fyrra hálvleik, at teir grønklæddu úr Havn byrjaðu at fáa skil á spælið og verjuna hjá sær. Kyndlaverjan dekkaði øgiliga flatt fyrstu løtuna av dystinum, og hetta gav sterku skjúttunum hjá VÍF ivaleyst av rásarúmi til at fara upp frá og plaserað skotini, har teir vildu, tí kyndilsleikararnir gjørdu heldur onga roynd at fara út og takla vestmenningar í skotløtunum.
Tá ið einir 20 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki, høvdu vestmenningar lagt seg á odda við fimm málum, 12-7. Kyndilsvenjarin, Jacob Jónsson, valdi so at seta Bárð Johannesen, ið beint fyri dystin saman við Hans á Lag hevði leikt venjingardyst í fótbólti fyri HB, inn á vinstra bakk fyri Regin Petersen, og hetta skuldi vísa seg at vera eina skilagóða avgerð. Bárður setti beinan vegin ferð á Kyndilsliðið, og besti maðurin á vøllinum gjørdist eisini toppskjútti hjá Kyndli við átta málum. Við Bárði á odda ótu havnamenninir seg spakuliga inn á vestmenningar, og tá ið farið var til hálvleiks, var støðan 14-12 til VÍF.
Stavn um stavn
Kyndil byrjaði seinna hálvleik, har teir sleptu í fyrra, og tá ið átta minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, stóð á jøvnum 16-16. Síðani fylgdust liðini stavn um stavn gjøgnum hálvleikin, men størsta partin av seinna hálvleiki, var tað teir grønu úr Havn, sum vóru á odda við einum ella tveimum málum.
Vestmenningar vildu tó ikki sleppa endanum, og teir hildu allatíðina fast í Kyndli. Størsti parturin av málinum hjá VÍF komu antin eftir einmansavrik frá Áka Olsen, sum ferð eftir ferð vísti framúrskarandi skotteknikk, ella komu málini úti í høgru álopssíðu hjá vestmenningum, har lítli og fótfimi John Zachariassen spældi ein av sínum allarbestu dystum. Tað var eisini hesin sami John, sum skeyt sigursmálið fyri vestmenningar, tá ið einans fimtan sekund vóru eftir at leika. Beint framman undan hesum málinum hevði Rúni Poulsen á strikuni hjá Kyndli havt ein gyltan møguleika at skora fyri sítt lið, men royndin hjá honum fór við síðuna av málinum hjá Bárði Nielsen.
Nakað av roki var júst hesa løtuna, tí tá ið Rúni hevði brent fyri Kyndil, og vestmenningar fóru í skjótálop, rendu teir báðir, Jacob Jónsson og Oyvindur Brimnes, høvdini saman á miðjum vølli, og stoyturin var rættuliga ógvusligur. Oyvindur Brimnes bleiv skjótt fingin út av vøllinum til viðgerðar, meðan verri stóð til við íslendska venjaranum hjá Kyndli. Lækni var beinan vegin hjá honum, men dysturin bleiv ikki steðgaður, fyrr enn John hevði skorað sigursmálið fyri VÍF. Hetta vóru kyndilsmenn rættuliga ónøgdir við, tí teir mettu, at dysturin átti at verið steðgaður áðrenn, men um so var, so høvdu dómararnir uttan iva tikið ein upplagdan málmøguleika frá heimaliðnum.
Vestmenningar vóru kaldari
VÍF vann dystin 29-28, og samanumtikið kann sigast, at úrslitið var á góðari leið. Í mun til gestirnar, so hildu vestmenningar høvdið kalt, tá ið á stóð, og so høvdu teir eisini tað neyðuga hepni, sum skal til fyri at vinna ein slíkan dyst.
John Zachariassen spældi ein sera góðan dyst fyri VÍF, og hann bleiv eisini matchvinnari. Somuleiðis stóð Bárður Nielsen sera væl í málinum, meðan Áki Olsen og Hjalmar Klein Olsen eisini vóru millum teir bestu hjá heimaliðnum.
Hjá Kyndli var Bárður Johannesen nógv tann besti leikarin. Um fleiri av hinum kyndilsleikarunum høvdu torað at gjørt sum Bárður og roynt at bart seg gjøgnum sterku verjuna hjá vestmenningum, so hevði úrslitið møguliga verið eitt annað, tí tað tóktist, sum um alt ov fáir av havnamonnunum tordu at taka ábyrgd. Eisini royndist Leivur Holm væl bæði í álopi og verju, meðan Bjarni Wardum var góður í álopinum í seinna hálvleiki. Hans á Lag stóð til tíðir eisini væl í málinum hjá Kyndli.
Dómararnir í dystinum, Petur S. Dahl og Gunnar Djurhuus, komu hampuliga væl frá eini truplari uppgávu. Fyrstu løtuna av dystinum tóktist tað tó, sum um teir vóru eitt sindur bangnir fyri, at teir skuldu fáa áskoðararnar ímóti sær, tí teir góvu allar marginaldómar til vestmenningar. Eftir steðgin royndust teir stak væl, og avgerðin ikki at steðga dystinum beint eftir stoytin millum Oyvind og Jacob var helst eisini røtt, hóast Kyndil uttan iva vil mótmæla hesum.
Dómaraborðið
Her í blaðnum bleiv nevnt seinast kappingarár, at tað var eitt sindur óheppið við hallarfrásøgn frá dómaraborðinum í Vestmanna. Framvegis er hallarfrásøgn til dystirnar hjá VÍF, men nú er frásøgnin batnað, og nógvar av býttu og óneyðugu viðmerkingunum eru burtur, hóast onkur framvegis kemur fyri.
Hinvegin er tað undir alt lágmark, at tað gongur so striltið við at fáa steðgað tíðini, tá ið dómararnir biða um hetta, sum tað ger í Vestmanna. Undirritaði blaðmaður taldi í hvussu so er tríggjar ferðir, har tíðtakarin ikki steðgaði tíðini fyrr enn eini fýra til fimm sekund eftir, at dómararnir høvdu gjørt vart við hetta. Ta einu ferðina var móti endanum av dystinum, tá ið VÍF júst hevði lagt seg á odda 29-28, og kyndilsleikari fekk bart seg til eitt tríggjarmeturkast. Fimm sekund vóru eftir á klokkuni, tá ið dómararnir bóða um, at tíðin skuldi steðgast, men tá ið klokkan steðgaði, var bert eitt sekund eftir at leika. Hetta fekk øði í kyndilsleikararnar, og tað er væl skilligt. Um tíðtakarin ger hetta við vilja, skal verða ósagt, men undir øllum umstøðum, so eigur hetta ikki at koma fyri í so avgerandi dysti. Tískil átti møguliga at verið umhugsað at fáa uttanveltað fólk til dómaraborðið í so týðandi dysti. Undir øllum umstøðum eigur VÍF at taka hetta til eftirtektar.