Vestmenningar vunnu á kollfirðingum

Tað leikaði javnt á í dystinum millum føroyameistararnar úr VÍF og KÍF í Vestmanna í kvøld. Munurin í fyrra hálvleiki var ongantíð meir enn tvey mál. Hóast vestmenningar vunnu dystin, so vóru kollfirðingar á odda í hálvleikinum 11-10.

Í seinna hálvleiki vóru menninir úr VÍF fyri tað mesta á odda við einum máli, og onkuntíð tveimum. Móti dystarenda steðgar KÍF upp, og VÍF fær trý mál teir síðstu tveir minuttirnar, og dysturin endar tí 22-19 til VÍF.

Toppskorarar hjá VÍF vóru:

Áki Egilsnes 6 mál

Filip Jojic 6 mál

Hanus Christoffersen 3 mál

Toppskorar hjá KÍF vóru:

Hans Eli Sigurbjørnson 10 mál

Fríði Weihe 3 mál

Nicklas Selvig 2 mál

Ási Dam 2 mál

Dómarar vóru Gunnar Djurhuus og Jákup S. Simonsen.

315 áskoðarar vóru til dystin í Ítróttarhøllini í Vestmanna í kvøld.

Støðan í FTZ deildini eru nú hendan:

Nummar

Lið

Dystir

V.m.

T.m.

Munur

Stig

1

H71

3

82

63

19

6

2

VÍF

4

105

96

9

6

3

KÍF

3

68

54

14

4

4

StÍF

3

78

76

2

2

5

Neistin

2

48

52

-4

2

6

Kyndil

3

65

84

-19

0

7

Team Klaksvík

2

37

58

-21

0