Eftir týdningarmikla 1-0 sigurin hjá B36 á EB/Streymi fekk Tróndur Arge orðið á báðar veteranarnir hjá B36, Jákup á Borg og Klæmint Matras.
Báðir eru ovurfegnir um sigurin, og at hava avgerðina í egnum hondum enn. Báðir eru greiðir yvir, at ein sigur yvir B68 á Toftum komandi umfar kann geva B36 tað 10. meistaraheiti, og harvið eina stjørnu á troyggjuna, men Jákup og Klæmint kanna sær ongan bita, og staðfesta, at enn skal arbeiðast hart fyri málinum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Jákup á Borg og Klæmint Matras søgdu við Trónd Arge aftaná dystin.