Badmintonhøllin í Havn var karmur um kapping í tvímansleiki í gjár, har veteranurin, Hermann Eysturoy saman við Benjamini Gunnarstein fór við gullinum fyri vaksin.
Havnar Badmintonfelag boðar frá, at bæði gentur og dreingir, børn og vaksin kappaðust lið um lið, og vóru um 80 leikarar við til ársins fyrstu kapping.
Umframt gull til Hermann og Benjamin fyri vaksin, fóru Reinar Latupeirissa og Heðin Poulsen úr KBF við silvurinum, meðan Simone Romme úr HBF og Karl Árni Egholm úr KBF vunnu bronsu.
Í bólkunum fyri yngru leikararnar var kappingin sera spennandi, tí feløgini veruliga hava raðfest ungdómsarbeiði, sum sæst aftur í menningini av spælinum. Á innsendu myndunum frá Havnar Badmintonfelag, síggjast heiðursmerkjavinnararnir úr øllum bólkunum.
Næsta kapping verður Grand Prix kappingin í einmansleiki á Kambsdali tann 14. februar fyri ung og 15. februar fyri vaksin.