Í fjør flutti EB/Streymur so syngjandi niður í næstbestu deildina, 1. deild, men óivað ætla sundalagsmenninir upp aftur í Effodeildina sum skjótast. Nú er greitt, at ein av elstu leikarunum, sum hevur spælt í Effodeildini seinastu árini, skal spæla við EB/Streymi.
Talan er um garvaða og 39 ára gamla runavíkingin, Sjúrður Jacobsen, sum í hesum kappingarárinum fer at spæla við EB/Streymi í 1. deild. Álítandi kelda hevur váttað tíðindini fyri in.fo. EB/Streymur hevur ikki kunngjørt skiftið enn, men tað fer felagið helst at gera sum skjótast.
Undan kappingarárinum 2015 hevði Sjúrður Jacobsen bara spælt við barndómsfelagnum, NSÍ, men í fjør valdi maðurin at royna seg í ÍF. Nú er greitt, at EB/Streymur verður triða felagið, ið vinstrabeinti Sjúrður Jacobsen fer at umboða á sínari fótbóltsleið.
Sjúrður Jacobsen hevur spælt heili 306 dystir í Effodeildini.