41 ára gamli Jens Erik Rasmussen er sjálvsagt vónbrotin av, at fuglfirðingar fingu sigursmálið í seinastu løtu. Hann er framvegis bjartskygdur og heldur, at 07 Vestur hevur stóran møguleika at vinna seg í steypafinaluna.
Tað sigur hann við Rás2.
Vit dúvaðu mest upp á snarálop í dag. Útgangsstøðið verður øðrvísi næstuferð. ÍF er á odda 1-0, og vit skulu hava mál. Vit fara at spenna álopsbogan í seinna hálvfinaluni, sigur Jens Erik Rasmussen.
Karl Løkin, ÍF, skeyt einasta málið í Fuglafirði í kvøld. Hann heldur, at fuglfirðingar mangla hugflog.
- Tað vísir seg, at vit hava torført at spæla okkum til upplagdar møguleikar, tá mótstøðuliðini eru verjukend. Lukkutíð eydnaðist at fáa mál í seinastu løtu, sigur Karl Løkin. Hann væntar, at ÍF fer í steypafinaluna.