Veteranurin og unglingin kappast um FM

Helgi Dam Ziska hevur vunnið føroyameistaraskapin í snartalvi seinastu tvær ferðirnar, men í ár kann hann vænta harða kapping frá serliga John Rødgaard.

Snartelving kann í roynd og veru ikki samanberast við vanliga telving. Talv er kent fyri sín djúpleika, har tú ert noyddur at hugsa fleiri leikir fram og fleiri møguleikar í senn fyri at røkka einum góðum úrsliti. Tíð er alneyðug.
Í snartalvi hevur tú fimm minuttir til alt talvið. Tú ert allatíð noyddur at taka skjótar avgerðir, sum oftast væl áðrenn tú hevur havt tíð at hugsa teg nóg gjølla um. Ørkymlandi er at tapa eitt talv uppá tíð, tá tú stendur greitt til at vinna.
Tað er ein afturvendandi spurningur hvørt snartelving bøtir um ella skaðar tína vanligu telving. Snartelving er í øllum førum frálíkt undirhald í bæði kapping og til húsbrúk.
 
<B STRONG upphiting< sum normal"$?$end$!$Aðalfundur>
Talvsamband Føroya hevur sín árliga aðalfund í Læraraskúlaauluni kl. 13.00 leygardagin.
Eftir fundin verður<B STRONG < normal"$?$end$!$>FM í snartalvi á sama staði. Tekning er í seinasta lagi kl. 14.30 og kappingin byrjar umleið kl. 15.00. Luttøkugjaldið er 100 kr. vaksin og 50 kr. unglingar.
 
<B STRONG Ziska< og normal"$?$end$!$Rødgaard>
Hyggja vit at gongdini seinastu fimm árini, eru tað tveir mans sum av sonnum kunnu kalla seg snarmeistarar. John Rødgaard vann trý ár á rað, 2001-2003. Síðani Rødgaard í 1998 fyrstu ferð var við í FM snar, hevur hann vunnið kappingina fýra ferðir.
Helgi D. Ziska eigur hinvegin steypið seinastu tvey árini. Í fjør vann Helgi sera trygt. Nr. 2 varð Hans Kristian Simonsen, meðan Rødgaard og Olaf Berg vórðu nr. 3. Í 2004 stóð kappingin serliga millum Helga og Olaf. Áðrenn hann prógvaði sínar dygdir í vanligari telving, var Helgi kendur sum ein øgiligur snartelvari.
Væntandi vera aðrir telvarar í føroysku elituni umframt Rødgaard og Helgi við í FM-snarkappingini. Góðar virðislønir, eltan eftir heiður og viðurkenning og góðum felagsskapi lokkar helst mangan telvara.
<B STRONG normal"$?$end$!$ <>
<B STRONG vinnur< ikki hann um normal"$?$end$!$Skuffaður>
Snarmeistarin seinastu tvey árini:
- Eg fari nokk ikki at venja nakað serligt undan FM snar. Eg telvi vanliga nøkur snar á netinum um dagin, og tað verður helst mín fyrireiking fyri at vinna triðja árið á rað, sigur Helgi.
Eisini loysir Helgi dagliga talvuppgávur, tí slíkar venjingar eru góðar til bæði vanliga telving og snartelving, heldur hann.
- Vónirnar eru góðar, og alt annað enn 1. pláss hevði verið eitt sindur skuffandi, sigur Helgi.
Helgi nevnir eisini, at hann í heyst og í vetur fer at royna at fáa seinastu 40 ratingstigini í skjáttuna, soleiðis at hann kalla seg altjóða meistara. Vónandi eydnast tað honum. Hetta ber við sær, at Helgi sum hann sjálvur sigur valla fer at telva øll talvini á 1. liði hjá Havnar Telvingarfelag í FM-liðkappingini.
 
 
Myndatekstur:
John Rødgaard bjóðar Helga Dam Ziska av í FM-kappingini í snartalvi leygardagin
 
 
 
(At koyra í kassa, 1tg um tað ber til):
 
<B STRONG 1980< síðan normal"$?$end$!$Snarmeistarar>
1980: Bjarki Ziska
1981: Súni Ziska
1982: Bjarki Ziska
1983: Andrias Ziska
1984: Jens Kristian Hansen
1985: Bogi Ziska
1986: Torkil Nielsen
1987: Leif Kristensen
1988: Heini Olsen
1989: Heini Olsen
1990: Steintór Rasmussen
1991: Heini Olsen
1992: Heini Olsen
1993: Heini Danielsen
1994: Ólavur Simonsen
1995: Martin Brekká
1996: Torbjørn Thomsen
1997: Carl Eli N. Samuelsen
1998: John Rødgaard
1999: Eyðun Nolsøe
2000: Finnbjørn Vang
2001: John Rødgaard
2002: John Rødgaard
2003: John Rødgaard
2004: Helgi Dam Ziska
2005: Helgi Dam Ziska
 
<B STRONG normal"$?$end$!$ <>