Køld luft við vetrarælum treingir inn yvir Føroyar úr norðri, men seinast í vikuni førka brúgvaløg og lýggjari luft seg inn yvir oyggjarnar av suðri og útsynningi.
Í dag verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, fyrrapartin í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s, seinni lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig.
Í morgin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum um náttina hækkar í ein norðan og útnyrðing. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Um náttina verður lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s, kavi ella vátaslettingur av útsynningi og hitin um frostmarkið.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum lækkar í ein sunnan og verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, út á dagin upp í strúk í vindi, 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella vátaslettingur og hitin millum 3 og 5 stig. Um náttina øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av suðri og landsynningi, 13 til 18 m/s og stundum regn. Hitin um 5 stig.
Fríggjadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri og landsynningi, 13 til 18 m/s, skýggjað og regn. Móti kvøldið makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Tað klárar í, men okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum um náttina snarar í ein eystan. Samdrigið og sum frá líður okkurt ælið, men út á náttina regn av landsynningi. Hitin millum 4 og 8 stig
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina snarar hann í ein útsynning og í støðum andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn, um náttina klárar í. Hitin millum 4 og 8 stig.