Eins og allir nýggir bilar verða testaðir í bæði nógvum hita og nógvum kulda, verða øll nýggj dekk eisini testaði í øllum hugsandi umstøðum. Fyri vetrardekk er tað sjálvandi av stórum týdningi, at tey hava gott vegfesti í ísi og kava, eins og tey ikki missa virkningin í nógvum kulda.
Endamálið við hesum túrinum í frítíðarstaðnum “Støten” í Dalarna, Svøríki, var at dekkumboðsfólkini kundu læra eginleikarnar hjá nýggju Goodyear og Dunlop dekkunum at kenna, so tey kunnu ráðføra sínar egnu kundar. Dekkini sum vórðu royndarkoyrd vóru: Goodyear UltraGrip “Ekstreme”, Goodyear UltraGrip “Performance” og Dunlop “Graspic”.
Fríðrikur Bláhamar frá Super Dekk sigur soleiðis frá um túrin. Umstøðurnar vóru tær best hugsandi, talan varð um eitt stórt vatn við trimum ymiskum royndarbreytum. Vatnið, ið var uml. tríggjar ferðir størri enn t.d. Fjallavatn, var fryst til ís, og í støðum varð eisini kavi. Tað var sera kalt, millum 10 og 15 kuldastig, og ísurin var millum 35 og 45 cm tjúkkur, var sagt. Teir umleið 50 luttakararnir, ið vóru úr Norðurlondum og teimum Baltisku londunum, fingu heitar jakkar, húgvu og handskar, sum kundu takast heim við.
Millum 15 og 20 bilar við ymiskum dekkum vóru til fría nýtslu á økinum. Bilarnir høvdu summardekk, vanlig vetrarlamelldekk, vetrarllameldekk við bleytari gummiblanding og síðani píkadekk.
Ferðalagið búði á einum gistingarhúsi, sum lá beint við fleiri góðar skí- og kavaskutara-breytir, har sera nógv skíítróttarfólk eisini búgva. Fjarstøðan millum gistingarhúsið og vatnið, har royndarkoyringin fór fram, var uml. 50 km, so tað varð eisini møguleiki fyri at royna dekkini á alfaravegi.
Summardekk kundu ikki brúkast
Á breytini sjálvari vóru tveir luttakarar í hvørjum bili, har tann eini koyrdi, meðan hin sat við stoppuri. Hetta varð gjørt fyri at finna fram til, hvørji dekk vóru tey bestu. Rættuliga skjótt varð staðfest, at summardekkini kundu snøgt sagt ikki brúkast á ísi og í kava.
Síðan var komið til vetrardekkini. Har vóru vanlig vetrarlamelldekk, sum mest eru brúkt í Danmark og suðuri í Evropa, og bleyt vetrarlamelldekk, ið verða mest brúkt í norðara parti av Norðurlondum og teimum Baltisku londunum. Serliga bremsing og koyring í svingum varð betur við vetrardekkum við bleytari gummiblanding. Tað varð rættuliga týðuligt, eisini hjá óroyndum førarum.
Bestu dekkini á ísinum vóru píkadekkini, eingin ivi um tað. Ein ynskti næstan, at ísur var á vegnum í Føroyum allan veturin, tá hugsað verður um, hvussu nógv fólk koyra við píkadekkum, so at ein við góðari samvitsku kann koyra við píkadekkum
Royndarkoyringin gekk sera væl og varð sera væl fyriskipað. Úti á ísinum vóru skúr-vognar, har heit suppa og kaffi varð at fáa, eisini varð kynt upp við brenni í tunnum, sum stóðu á stativum, soleiðis at ein kundi fløva seg í nógva kuldanum.
Seinni um kvøldið, tá royndarkoyringin varð liðug, vóru øll savnað í einum stórum høli á gistingarhúsinum, har greitt varð frá ymiskum viðvíkjandi vetrardekkum og koyring í hálku, og fingu tá øll at vita at okkurt spennandi fór at henda. Eina løtu seinni komu tríggir ungir menn inn, og øll fingu boð um at fylga við. Uttanfyri stóðu uml. 25 kavaskutarar, sum tveir og tveir persónar sluppu at koyra, og fóru øll ein túr, sum vardi í umleið ein tíma. Eitt satt upplivilsi kann sigast. Kvøldið endaði við, at øll samlaðust við eitt stórt indianaratelt, har borðeitt varð við góðum kjøti og drekka.