Vetrardekk undir bilin sum skjótast

Fyrsti hálkudagurin í vetur hevur longu verið


Nú ræður um at skøða bilin við vetrardekkum sum skjótast.

Tað mælir landsverk til nú seinnapartin

 Veturin stendur fyri durum og tí er neyðugt at fyrireika seg til kava og hálku, sigur Landsverk.

 

- Hálkan kann vera yvir okkum nær tað skal vera – og fyrsti hálkudagurin hevur longu verið, sigur Landsverk.

 

Tað var týsnátina 14. oktober, har vandi var fyri hálku í erva á fimm vegateinum ymsastaðni í landinum.

 

Hinvegin er Landsverk eisini til reiðar við maskinum og saltbilum.

 

- Seinasti vetur var lýggjur við lítið av kava. Bara 75 hálkudagar vóru seinsta vetur og hetta er tað lægsta í nógv ár.

Til samanberingar vóru 131 hálkudagar, veturin 2012 og 2013.

 

- Lýggi veturin bar sjálvandi í sær, at tað eisini varð nýtt munandi minni salt at fyribyrgja hálku -  bara 1.173 tons aftur ímóti 2.187 tonsum veturin frammanundan. 

Annars fylgir Landsverki við veðrinum á síni heimasíðu og tað ber eisini til at fá sær eina app til fartelefonina.