Tað sæst í yvirliti frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum um frítíðar og frídagar í fólkaskúlanum skúlaárið 2024-2025.
Summarfrítíð: mikudagin 19. juni - týsdagin 13. august
Heystfrítíð: leygardagin 12. oktober - sunnudagin 20. oktober
Jólafríðtíð: leygardagin 21. desember - mikudagin 1. januar
Vetrarfrítíð: mikudagin 12. feb. - sunnudagin 16. feb.
Páskafrítíð: leygardagin 12. april - mánadagin 21. april
Flaggdagur: fríggjadagur 25. apríl
Dýri biðidagur: friggjadagin 16. mai
Kr. himmalferðardagur: hósdagin 29. mai
Grundlógardagur: hósdagin 5. juni
Hvítusunnufrítíð: leygardagin 7. juni - mánadagin 9. juni
Summarfrítíð: fríggjadagin 20. juni - týsdagin 12. august
Sambært skrivinum frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, so er árliga skúladagatalið hjá næmingum fólkaskúlans 193 dagar.
Allir nevndu dagar í skrivinum um frítíðir og frídagar verða roknaðir sum frídagar.
Í skúlaárinum 2024/2025 eru 2 dagar, ið leiðsla skúlans leggur sum frídagar í samráð við skúlastýrið sambært § 53 stk 1, pkt. 1 og § 55, stk. 4 í fólkaskúlalógini og við atliti at § 22, pkt. 4 um undirvisingaratlan skúlans.
Tað vil siga, at skúlar kunnu hava eina viku vetrarfrí, um teir velja at leggja teir báðar frídagarnar, sum skúlarnir hvør sær ráða yvir, saman við teimum trimum døgunum, sum landsstýrismaðurin hevur lagt sum vetrarfrí.