Vetrarjazzur í Havnar kirkju

Matiné í Havnar kirkju leygardagin 29. januar kl. 11.30

Í samband við Vetrarjazz festivalin verður matiné í Havnar kirkju leygardagin 29. mai kl. 11.30.

 

Tað er Dania O. Tausen, sum fer at syngja saman við trimum tónleikarum. Dania hevur seinastu árini verið sera virkin innan føroyska mentunarlívið bæði innan sanglist, yrking og film. Hon hevur givið út fløguna “Gonguteigatúnatos”, yrkingarsavnið “Skál” og hevði eisini ein høvuðsleiklut í filminum við sama navni. Filmurin fekk sera góð ummæli og hevur vunnið fleiri heiðurslønir.

 

Sum navnið á fløguni “Gonguteigatúnatos” vísir so syngur Dania í sangum sínum ofta um ting, sum fyri flest øll eru dagligdags og viðkomandi. Til dømis lýsir hon í sanginum “Heim” hvat fyri henni hugtaki “Heim” merkir og fevnir um.

 

Til matinéina leygardagin spælir Benjamin Djurhuus guitar, Torleik Mortensen spælir bass og Harald Fonsdal Johannesen spælir trummur.

 

– Vælkomin til eina áhugaverda matiné í Havnar kirkju leygardagin, skrivar Havnar kirkja.