Vetrarjazzur í Norðurlandahúsinum

Afrojazzur, barnajazzur og íslendskur jazzur. Sum liður í Vetrarjazzi 2025 bjóðar Norðurlandahúsið tríggjar jazzkonsertir 1.-2. februar.

Tíðindaskriv:

 

Api Pipo og Kurt Rosenwinkel

 

Leygardagin 1. februar kl. 19.30 fer ein av heimsins bestu jazzguitarsnillingunum, Kurt Rosenwinkel, á pall saman við Api Pipos afrojazz-orkestri. Undir leiðslu av Alain Apaloo spælir orkestrið orkumiklan heimsjazz, sum sameinir vesturafrikanskan popp og frálíkan nýmótans jazz. Samstarvið teirra millum hevur vunnið altjóða viðurkenning og áhoyrararnir kunnu gleða seg til eitt frálíkt kvøld við framúrskarandi guitarspæli. Keyp atgongumerki á nlh.fo

 

##med2##

Jazzarifics & Jensina Olsen

 

Sunnudagin, 2. februar kl. 15 fara gávurík ung úr nærumhvørvinum á pall. Jazzarifics er ein bólkur við ungum tónleikarum úr Vági, sum á palli glógva sum stjørnum við jazzklassikarum og improvisatión. Á hesari barnavinarligu konsertini fer Jensina Olsen eisini at syngja og spæla guitara. Hetta er júst høvið hjá børnum og familjum at uppliva, hvussu framúrskarandi jazzur kann vera samstundis sum tað er stuttligt og læruríkt. Ókeypis konsert!

 

##med3##

 

Mikael Máni Trio

 

Sunnudagin, 2. februar kl. 16 verður vælumtóktur íslendskur jazzur á skrá. Guitarleikarin og tónaskaldið, Mikael Máni fer at framføra sítt serliga ljóð, 'Jarm' – sum er ein samanbræðing av jazzi, rokki og impressionismu. Á útgávum sum Bobby og Nostalgia Machine tekur hann lurtararnar á eina tónleikaferð, sum bæði argar og hugtekur. Saman við Matteo Mazzù, bassleikara, og Magnúsi Trygvason Elíassen á trummum dagar fram ein ljóðmynd, sum er bæði sterk og ófløkt. Keyp atgongumerki á nlh.fo