Vetrarkappingin - 3. umfar

Kappast verður í fýra bólkum hjá báðum kynum:

 

Veteranar kvinnur og menn (f. -1962) 7,8 km Vaksin kvinnur og menn opin bólkur f. -1991) 7,8 km

Kvinnu- og mansunglingar (f. 1987-91) 7,8 km Gentur og dreingir (f. 1992-1996) 3,8 km

 

Møtt verður í nýggju húsunum við vøllin í Streymnesi. Teinurin, ið skal rennast, byrjar eisini við húsini. Runnið verður gjøgunum Streymnes eftir niðara vegi oman á Oyruna, og síaðani gjøgnum Hvalvík og aftur til Streymnesar. Teinurin skal rennast tríggjar ferðir - gentur og dreingir tó bert eina ferð.

 

Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00

 

Tilmelding fer fram her á síðuni innan fríggjakvøldið 11. januar kl. 21.00 ella frá kl. 10.00 leygarmorgunin.

 

Startnummur verða avheintað í húsunum við vøllin í Streymnesi leygardagin frá kl. 10.00. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir eltu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.

 

Hetta er triðja umfar av vetrarkappingini. Men hetta er samstundis ein opin kapping, har øll kunnu luttaka.

 

Víst verður annars til kappingarreglurnar, ið eru at finna her.

 

Tilmelding er á tilmeldingarsíðuni.