Vetrarklárgering bæði uttan og innan 

Hjá Billutum hava tey serkunnleika í eykalutum til bilar og alt, sum hevur við bilar at gera. Handilin við Hoyvíksvegin 61 er kundavinarligur og hugnaligur, og tað er lætt hjá kundanum at hava yvirlit yvir handilin.

 

Fyritøkan Billutir, sum heldur til við Hoyvíksvegin, hevur stórt úrval av vørum, sum kunnu brúkast, tá bilurin skal gerast vetrarklárur. 

 

Har er m.a. keramisk forsegling, ið ger lakkið blankt og javnt. Eisini er rútareins, til innan og uttan, reinsievni til plastikk listar og felgur og okkurt til reingerð av toy- og leðursetrum.

 

Bilurin verður sum nýggjur, bæði innan og uttan. 

 

Billutir leggja dent á at hava stórt úrval av vørum frá Turtle Wax í handlinum. Turtle Wax er heimskent og vælumtókt merki, ið hevur eina breiða vøruskrá, sum ger tað lættari at halda bilin reinan, innan eins væl og uttan.

 

Hjá Billutum hava tey serkunnleika í eykalutum til bilar og alt, sum hevur við bilar at gera. Handilin er kundavinarligur og hugnaligur. Alt er sett upp soleiðis, at tað er lætt hjá kundanum at hava yvirlit yvir handilin.

 

Her er alt til bilin og til verkstaðið. 

 

##med2##

 

Goymslan við eykalutum er sera stór við vanligum slitlutum. Her eru eitt nú bremsur, leigir, kjøtbein, perur, viskarabløð og mottur, eins og oljufiltur og olja.

 

Sjálvsagdir lutir í einum slíkum handli eru t.d. spegl, lyktir, radioútgerð og øll sløg av hond- og elektriskum amboðum. Til børnini eru t.d. barnastólar og sólskermar.  

 

Til bilverkstaðin hava Billutir amboð av ymiskum slagi á goymslu, sum t.d. donkraftir og verkstaðsvognar. 

 

Billutir varð stovnað í 1993, og handilin heldur til við Hoyvíksvegin 61.

 

##med3##