Vetrarveðrið varir við

Køld luft streymar inn yvir Føroyar av norðri og vetrarveðrið heldur á komandi dagarnar.

 

Í dag

Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, í støðum upp í hvassan vind, 8 til 13 m/s. Ælaveður, lutvíst við vátaslettingi, kava ella heglingi. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk av norðri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og fyrrapartin møguliga vátaslettingsæl, seinni turt og lýggjari og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig.