Veturin hevur verið sera ringur í Japan við nógvum kava, og higartil hevur vetrarveðrið kostað 95 mannalív, skrivar AP úr Tokyo.
Myndugleikarnir siga, at veturin hevur verið serliga ringur har norðuri í landinum. Tann seinasta mánaðin hevur tað kavað sera illa har, og nógvastaðni hava myndugleikarnir sent hermenn at hjálpa fólki, sum hava verið innikavað. Umleið 2.000 hermenn hava tikið lut í arbeiðinum at rudda kava av húsatekjunum og at grava fólk út.
Sambært myndugleikunum er hetta tann ringasti veturin í meiri enn 20 ár. Veturin 1983-84 var eisini ógvuliga ringur, og tá doyðu 131 fólk.