Vevmátari til heimasíður

Gallup Føroyar bjóðar seg nú fram at seta ein vevmátara á allar føroyskar heimasíður, so sami mátistokkur verður brúktur á øllum síðinum. Frá Gallup frætta vit, at hetta fyrst og fremst gevur viðskiftafólkinum neyv og haldgóð tøl um síðuna. Men Gallup fer samstundis at kunngera ein lista yvir heimasíðurnar, sum vísur hvussu nógv hvør verður nýtt og hvussu nýtslan broytist frá viku til viku. Nýggi vevmátarin verður kunngjørdur á einum seminarið á hotel Føroyum hósdagin 10 feb, frá 1-3.