VFF Cup: KÍ vann á EB/Streymi

Talan var um tveir argentinskar málskjúttar

Savnsmynd frá 2024

Ein dystur var leiktur í VFF Cup í dag.

 

Við Djúpumýru í Klaksvík tók KÍ móti EB/Streymi. 

 

Sambært Norðlýsinum vann KÍ við nógvum eykamonnum í byrjanaruppstillingini 2-0 á einum verjukendum EB/Streyms-liði. Í báðum førum var talan um argentinskar málskjúttar hjá KÍ.

 

HER eru úrslitini:

 

KÍ-EB/Streymur 2-0 (1-0)

 

1-0 Tobias Giusti 

 

2-0 Martin Rodrigo Gonzalez 

 

HB-Víkingur 0-3 (0-2)

 

0-1 Olaf Bárðarson (41.)

 

0-2 Jørgen Nielsen (45.)

 

0-3 Poul Kallsberg (63.)

 

B36-TB 3-0 (2-0)

 

1-0 Tobias Hansen

 

2-0 Ragnar Samuelsen

 

3-0 Brian Jakobsen

 

NSÍ-FC Suðuroy 9-0 (2-0)

 

1-0 Petur Knudsen (21.)

 

2-0 Aron Knudsen (29.)

 

3-0 Klæmint A. Olsen (48.)

 

4-0 Aron Knudsen (53.)

 

5-0 Brandur H. Olsen (70.)

 

6-0 Petur Knudsen (73.)

 

7-0 Aron Knudsen (77.)

 

8-0 Klæmint A. Olsen (84.)

 

9-0 Klæmint A. Olsen (90.)

 

Skráin fyri komandi dagarnar: 10. februar (í morgin) B68-07 Vestur, og 12. februar EB/Streymur-B36. 

 

Støðan:

 

1. NSÍ 13 stig (5 dystir)

 

2. Víkingur 12 stig (4 dystir)

 

3. KÍ 10 stig (4 dystir)

 

4. B36 9 stig (4 dystir)

 

5. EB/Streymur 7 stig (4 dystir)

 

6. TB 4 stig (4 dystir)

 

7. HB 3 stig (5 dystir)

 

8. B68 1 stig (4 dystir)

 

9. FC Suðuroy 1 stig (3 dystir)

 

10. 07 Vestur 0 stig (4 dystir)

 

Kelda: FaroeSoccer og Norðlýsið 

 

Savnsmynd frá 2024