VFF: Mikkjal er ársins venjari

Mikkjal Kjartansson Thomassen er kosin ársins venjari í Betri Deildini hjá monnum 2021 av Venjarafelagnum

Mynd: (VFF.fo) Símun Eliasen handar steypið til Mikkjal K. Thomassen vegna Venjarafelagið

Venjarafelag Føroya hevur nú kunngjørt hvør er ársins venjari 2021. Valið fall á Mikkjal K. Thomassen úr KÍ. Hann er kosin av limunum í Venjarafelagnum. Hann fekk 60 prosent av atkvøðunum. Næstur honum var Jóhan Petur Poulsen, venjari hjá Víkingi, sum fekk 30 prosent, skrivar Venjarafelagið.

 

- Mikkjal hevur í ár staðið á odda fyri einum sera stinnum KÍ liði, sum á vegnum til meistaraheitið hevur sett fleiri met. Eitt nú við at skora heili 99 mál og liðið tapti bara ein dyst í bestu deildini hjá monnum. Hetta er aðru ferð, at Mikkjal vinnur henda heiðurin, tí í 2011 vann hann saman við John Petersen, tá teir saman stjórnaðu B36, skrivar VFF.

 

Onnur ár hevur Mikkjal Thomassen eisini verið nær við. Í 2019 gjørdist hann ov stuttur, tá Jákup á Borg fór við heiðrinum. Tað vísir seg ofta, at FM vinnarin verður ársins venjari. Tó tað ikki altíð soleiðis, tí bæði í 2012 og 2013, var tað venjarin, sum vann silvur, ið varð valdur sum ársins venjari. Í báðum førum var talan um venjara hjá ÍF.

 

- Venjarafelag Føroya ynskir Mikkjal Thomassen hjartaliga til lukku við flotta og sera væl uppiborna heiðrinum! Føroya Grótvirki hevur latið steypið, stendur at enda.

 

Mikkjal K. Thomassen er eisini í uppskoti til ársins venjara til Fótbóltsgalla 2021, sum verður hóskvøldið 9. desembur. Sendingin verður beinleiðis á FM1.

 

Mynd: (VFF.fo) Símun Eliasen handar steypið til Mikkjal K. Thomassen vegna Venjarafelagið