VG: Mikkjal Thomassen kann endurbyggja Strømgodset

Venjarin hjá KÍ verður nevndur sum eitt gott boð til venjarastarvið hjá Strømgodset

Norska blaðið VG hevur í dag drúgva grein um ringu gongdina hjá Strømgodset. Eitt felag, sum hevur mist fótafestið, eftir at tað vann norska meistaraheitið í 2013. Nú er felagið uttan ítróttarstjóra og venjara.

Í hesum sambandið hevur VG hugt nærri at støðuni í felagnum. Niðurstøðan er greið. Felagið skal hava ein góðan ítróttarstjóra, sum kann taka dygdargóðar ítróttarligar avgerðir við framtíðini í huga. Her verður ein Alexander Aas nevndur.

Síðani hevur VG eisini trý boð upp á ein komandi venjara. Her verður víst á, at arbeiðið hjá einum venjara er meiri her og nú, og tí er pláss fyri at royna nakað nýtt, men tað skal samstundis verða ein venjari, sum kann stuðla undir endurbyggingini av felagnum. Fyrsta boðið er Mikkjal K. Thomassen, venjari hjá KÍ.

– Mikkjal Thomassen hevur bygt eitt líknandi felag upp í Klaksvík, sum nú hevur vunnið FM og kappast við tey størstu í Føroyum. Tað hevur eisini ført til, at felagið mundi komið í bólkaspælið í Europa League. Eitt felag úr Føroyum! Slíkt hendir ikki av sær sjálvum, skrivar VG.no.

– Í Mikkjali Thomassen fær felagið ein venjara við góðum dygdum innan leiðslu og mentan. Tað er ótrúliga týdninarmikið fyri felagið, tí størsta uppgávan er ikki á vøllinum, men at endurbyggja felagið uttanfyri vøllin. Mikkjal Thomassen hevur eina aura og ein autoritet, umframt sjálvsálit, royndir og dygdir, skrivar VG.

“Hetta er ein maður, sum Strømgodset burdi tosað við”, er seinastu orðini um Mikkjal Thomassen í greinini. Hini boðini eru Hugo Pereira og Pål Arne Johansen.