Fyribilsskattatølini fyri fyrra hálvár í ár vísa, at nakað meira er komin inn í skatti samanborið við í fjør. Ikki minst á Viðareiði og í Hvannasundi er hækkingin stór Í grannakommununum Hvannasunds kommunu og Viðareiðis kommunu hevur inntøkan verið væl størri í ár.
Inntøkan hjá Viðareiði er vaksin við 17,75 prosentum og inntøkan hjá Hvannasunds kommunu við 12,89 prosentum.
- Tað er bara ein orsøk, og tað er fiskivinnan. Gongur illa í fiskivinnuni, dalar inntøkan, og beinanvegin, sum tað gongur betur, kemur meira inn í skatti. Inntøkan hjá hesum kommunum er tí eitt gott barometur fyri, hvussu tað gongur fiskivinnuni, sigur Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri á Viðareiði.
Í báðum bygdum hevur ein stórur partur av fólki arbeiði, ið er tengt at fiskivinnuni.