Viðareiði: Nógvar skaðafráboðanir

Vanliga eftir eina ógvusliga náttúrahending hava tryggingarfeløg ovmikið at gera við at skráseta skaðafráboðanir.

 

Í dag er enki undantak í so máta. Tryggingarfelagið hevur havt nógvar fráboðanir í dag eftir tilburðin á Viðareiði, tá toran sló niður fleiri ferðir.

 

- Vit hava fingið nógvar fráboðanir í dag. Vit hava kanska fingið eini 18-20 fráboðanir, men í eini fráboðan kunnu verða fleiri lutir, ið eru farnir, sigur Heðin D. Poulsen, deildarleiðari fyri skaðaøkið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

 

Heðin D. Poulsen sigur, at vanliga eftir eina tílíka hending eru tað lutir sum beinarar, ovnar og annað, ið stendur til streym, ið fær skaða og hesuferð er einki undantak í so máta.