Floksting
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í mentamálum, hevði eina áhugaverda framløgu um sítt málsøki á flokstingi Tjóðveldisins við Gjógv seinnapartin leygardagin. Hon hevði valt at tosa undir yvirskriftini ”Í vitan, mentan og hjørtum okkara býr frælsi”.
- Vit eiga at læra børn okkara, at tað eru føroyingar, ið hava evstu ábyrgd í Føroyum – og ikki danir, sum onkur lærir børn síni. Sjálvsfatan, sjálvsvirðing og álit hevur stóran týdning fyri, at vit kunnu skipa einar sjálvstøðugar Føroyar.
Dannebrog á stong
Kristina segði, at seks ára gamla dóttir
hennara hevur undrast yvir, at Dannebrog eitt nú hongur uttanfyri Amtsmansborgina.
- Dóttirin heldur tað vera undarligt, at Merkið ikki hongur har. Eg undrist eisini. Hvussu kann tað bera til, at vit nú 62 ár eftir fólkaatkvøðuna enn ikki hava einar sjálvstøðugar Føroyar? spurdi hon.
Landsstýriskvinnan helt tað vera hugvekjandi hvørja ferð, vit frætta um tjóðir kring um heimin, sum velja frælsi.
- Fleiri av hesum tjóðum hava á ongan hátt ment eitt vælferðarsamfelag, fyrisiting, lóggávu ella annað, ið kann metast við tað, vit hava í Føroyum – og so kortini velja tey frælsisleiðina.
Hon reisti eisini spurningin, hvør tjóð ynskir ikki at taka fulla ábyrgd av egnum landi og sínum borgarum og helt, at tað týdningarmesta málið hjá nýggju samgonguni er at skipa fyri fólkaatkvøðu um føroysku grundlógina – og síðan at fáa neyðugu undirtøkuna fyri fólkaatkvøðu um føroyskt fullveldi.
Útbúgving og mentan
Kristina Háfoss legði dent á, at neyðugt er við eini góðari og sterkari útbúgvingarskipan, ið gevur okkara børnum framkomna vitan og alneyðugu amboðini til teirra ferð víðari í lívinum.
- Vit skulu hava eina skapandi og kveikjandi mentan, sum gevur innihald og karmar í samfelagnum – karmar, sum skulu til fyri, at vit skulu trívast og eina mentan, ið ger, at vit hava eitt serstakt tilknýti og velja at liva júst í Føroyum.
Hon segði, at uttan eina slíka mentan, verður føroyska samfelagið ikki staðið, har okkara ungdómur velir at liva og skapa. Vit vita eisini, at um vit ikki hava eitt samfelag, har ung trívast, støðast og mennast, vil sjálvbjargni og tað at gerast eitt sjálvstøðugt land bert verða ein ynskidreymur.
- Men tað má ikki henda, og tí gjørdi eg av at taka við avbjóðingini at gerast landsstýriskvinna í mentamálum.
Stór mál
Kristina vísti á, at mentamálaráðið hevur ávirkan á týðandi økir, sum røkka út í øll føroysk heim – alt mentanarøkið, ítróttina og fólkakirkjuna eins og útbúgving, gransking og skjótt eisini alt dagstovnaøkið.
- Eingin ivi er um, at tørvur er á stórum betringum og munandi átøkum á hesum økjum. Tí er talan um eina stóra avbjóðing og ábyrgd, ið vit hava fingið. Og farið er til verka frá fyrsta degi.
Hon nam við fleiri ítøkilig økir innan sítt málsøki, eitt nú at styrkja Mentanargrunn Landsins, Tjóðpall Føroya, Savnsøkið, Kringvarp Føroya og gera serstøk átøk fyri at styrkja føroyska málið og samleikan.
- Vit vilja skapa betri karmar fyri fleiri sólskinssøgum innan føroyska mentanarlívið og soleiðis eisini betri karmar fyri føroyskan ítrótt.
Hon segði, at stig eru tikin til fyrireikingar at fáa Oyggjaleikirnar higar til lands í 2015, eins og arbeitt verður støðugt við at fáa limaskap í Olympiska felagsskapinum. Eisini fáa miðnámsskúlanæmingar, ið eitt nú íðka ítrótt á serliga høgum støði, nú møguleika at taka útbúgving sína yvir 4 ár heldur enn 3 ár.
Góðir karmar
- Vit vilja gera karmarnar um føroysku fólkakirkjuna so góðar sum møguligt, og í heyst verða seinastu 5 av 9 lógunum lagdar fyri tingið. Vit vilja skipa eitt meira nútímans, framkomið og altjóða Fróðskaparsetur – við alsamt fleiri útbúgvingum og meira gransking. Vit fara í næstum at bjóða fleiri heilt nýggjar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum innan KT, løgfrøði og hav- og jarðfrøði. Ætlandi fara vit eisini at geva fleiri møguleikan at lesa til lærara, námsfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing – og uppstiga allar hesar útbúgvingar á BA-støði.
Hon segði, at hetta eru alt mál, sum hava til endamáls at menna okkara land, og hesi vilja saman við nýskapandi og stimbrandi vinnupolitikki, saman við nýhugsan og søguligum átøkum í fiskimálaráðnum – og í nýggja og týðandi uttanríkisráðnum, sum skal geva okkum alneyðugu sambondini út í heim, gera, at vit í hesum samgonguskeiði koma væl nærri einum sjálvstøðugum Føroyum.
Hon legði aftrat, at hetta verður gjørt saman við eini røð av yvirtøkum, blokkniðurskurði og ikki minst eini fólkaatkvøðu um stjórnarskipan føroyinga, har vit endaliga fáa staðfest, at í Føroyum eru tað føroyingar, ið ráða.
Sterkari saman
Kristina vísti á, at áhugin fyri at seta ljóskastaran á tað, ið ger okkum ymisk, tykist ofta at vera størri enn at seta ljós á tað, ið savnar okkum.
- Hetta kann til tíðir vera til størri skaða enn gagn. Ongin ivi er tó um, at tað, ið ger okkum ymisk, er samstundis tað, ið ger okkum meira spennandi, mennandi og sterkari, bæði sum fólk og sum flokk. Saman standa vit sterkari, og saman er einasti møguleiki at fáa undirtøku fyri einum sjálvbjargnum Føroyum.
Landsstýriskvinnan segði, at í vitan, mentan – og í hjørtum okkara – býr frælsi, og tí eiga vit at gera okkara til at savna – og ikki at spjaða, at finna loysnir – og ikki ósemjur.
- Vit skulu ganga á odda saman. Megna vit hetta, menna vit álitið á, at Tjóðveldi kann vera stjórnarberandi flokkurin, sum kann leiða okkum fram móti einum sjálvstøðugum Føroyum, segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.