Við babba til arbeiðis

Nógv eru hugskotini til at bøta um javnstøðuna. Í Týsklandi hava tey ein dag sum eitur: Við babba til arbeiðis. Mikukvøldið var fundur í Miðlahúsinum um lágu kvinnuumboðanina í Føroyum

Eini fjøruti fólk, einamest kvinnur, stóðu ímóti regninum mikukvøldið, og leitaðu sær oman í Miðlahúsið, har Demokratia skipaði fyri fundi um CEDAW próvtøkuna. CEDAW er stovnur undir ST, sum arbeiðir fyri at beina fyri mismuni móti kvinnum. Føroyar dumpaðu á fýra økjum til próvtøkuna í fjør: Í politikki, í akademiska umhvørvinum, í leiðandi størvum og at lønarmunin millum menn og kvinnur er ov stórur. Kitty-May Ellefsen, sum umboðaði Føroyar til próvtøkuna í fjør, greiddi á fundinum frá um próvtøkuna.

Hon segði, at nógvir spurningar vórðu settir Føroyum. Trupulleikarnir í Føroyum vóru slíkir, sum danir stríddust við fyri 20 árum síðan. Har stríðast tey harafturímóti við kvinnuhandli og prostitutión í dag.


Tiltøk aðrastaðni

Kitty-May Ellefsen vísti á, at í londunum, sum vit vanliga samanbera okkum við, hava tey arbeitt miðvíst við at minka um munin millum kynini í nógv ár. Eitt nú hava tey í Danmark sett eina skipan í verk, har øll virkir skulu lata inn frágreiðingar um kynsbýtið á arbeiðsplássinum, og hvussu tey ætla at minka um munin millum kynini. Endamálið við hesum er ikki at kontrollera, men heldur at gera fólk varug við trupulleikan.

Danski ráðharrin í javnstøðumálum, Eva Kjær Hansen hevur eisini tikið stig til ein sáttmála, sum virkir og fyritøkur kunnu gera við hana, um hvussu tey vilja arbeiða við javnstøðuni.

Eisini vísti Kitty-May frá um eitt øðrvísi tiltak í Týsklandi, har tey hava ein sokallaðan “við babba til arbeiðis-dag”, har døtur fáa frí úr skúlanum 26. apríl á hvørjum ári, fyri at fara við pápanum.


Ongar formellar forðingar

Við pallborðið sótu Heidi Petersen, Hans Pauli Strøm og Bjarni Djurholm, meðan Bjart Samuelsen leiddi fundin. Øll vóru samd um, at ongar formellar forðingar er fyri javnstøðu her á landi, men kortini er støðan alt annað er nøktandi. Nakað av ósemju var um Føroyar í veruleikanum dumpaðu próvtøkuna. Millum annað bar Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, fram, at vit dumpaðu ikki, men fingu nøkur punkt at arbeiða meira miðvíst við framyvir.


Barnsburðafarloyvi til bæði

Hans P. Strøm, fyrrverandi landsstýrismaður í javnstøðumálum, staðfesti, at javnstøða er ikki ein spurningur um mannarættindi, men ein spurningur um sivilisatión. Hann vísti til fimm øki, sum vit eiga at varpa ljós á:

1. Vitan. Vit mangla vitan, bæði tøl og aðrar kanningar um livikor, arbeiðs- familju- og frítíðarlív, sum kunnu geva svar upp á spurningar um kynsleiklutum, uppalingarmynstur, útbúgvingarval og arbeiðsval.

2. Tað almenna rúmið. Tað er her, hugmyndirnar um kyn verða skaptar, endurskaptar og broyttar. Eitt nú kunnu fjølmiðlarnir vera vísa til kodeks fyri atferð.

3. Barsilsskipan við 6 mðr. til kvinnur og 6 mðr. til menn. Ein slík skipan kann broyta nógv fyri komandi ættarlið viðvíkjandi kynsleiklutum, arbeiðsmarknaði og familjulívi. Børnini fáa aðrar fyrimyndir og tey vaksnu eitt annað mynstur.

4. Í politisku skipanini eiga vit at yvir til commitments við at hava kynsliga raðfesting.

5. Javnstøðuarbeiði. Parlagið millum Javnstøðunevndina og Demokratia eigur at tryggjast, eisini aftaná 1. januar.

Til endans í orðaskiftinum segði Hans Pauli Strøm, at eftir hansara tykki hevði mest kollveltandi tiltakið verið, at longt barnsburðafarloyvið upp í eitt ár, eitt hálvt ár í part til mammuna og pápan.


Eru ikki dumpað

Bjarni Djurholm, núverandi landsstýrismaður í javnstøðumálum, segði seg vilja bíða við at avgera framtíðina hjá Demokratia, til nevndin hevði latið honum álitið við hugskotum og møguleikum um at fáa økta kvinnuumboðan í politikk. Síðani verður støða tikin til, um Demokratia skal halda fram eftir ársskiftið. Hann helt heldur ikki, at tað var heilt rætt, bara at siga, at Føroyar dumpaðu, tí heilt onki er ikki komið burturúr síðani síðstu próvtøku. Og vit fingu nógvar ábendingar um, hvar vit skulu seta harðari inn. Eitt nú hevur Vinnumálaráðið sett eina kommisión, sum skal koma við ítøkiligum uppskotum til tiltøk, sum kunnu bøta um javnvágina millum arbeiðs- og familjulív.


Nógv hugskot

Heidi Petersen, løgtingskvinna fyri tjóðveldi, fýltist eisini á, at Demokratia eftir øllum at døma skal niðurleggjast. Nevndin er eitt úrslit av einum tilmæli frá Útnorðurráðnum, sum mældi til, at ein nevnd slík nevnd skal hava eina hálva millión krónur árliga í 5 ár, fyri at nakað munagott skal spyrjast burtur úr.

Eisini vísti hon á, at Tjóðveldi hevur meldað út, at flokkurin bindur seg til at raðfesta javnstøðu í vali av landsstýrisfólki, framsøgufólki og týðandi sessum í flokkinum.

Annars vildi hon mæla til, at vit krevja av public-service miðlunum, at teir raðfesta javnstøðu. Umsorganarstørv eiga at verða ráðfest hægri, og umstøðurnar viðvíkjandi pensjón til kvinnur eru ikki nóg góðar.

Eiheldur eiga vit longur at góðtaka umberingar um, at tað ikki ber til at finna kvinnur til almennar nevndir og ráð. Tað eru nógvar væl skikkaðar kvinnur, og næstan 300 standa á listanum hjá Kveik.fo.


Kvinnur ella fiskur

Nakrar viðmerkingar vóru úr salinum. Onkur vísti á, at tað er løgið, at vit góðtaka at helmingurin av tilfeinginum í landinum sleppur at liggja ótroytt. Hetta hevði ikki verið, um talan var um fisk ella olju.