Løgmaður, sum hevur kallað samgongulimir á fund í Tinganesi, sigur, at talan bert er um vanligan samgongufund við denti á búskaparligu støðuna Skal dømast eftir lagnum á tinglimum beint áðrenn samgongufundurin byrjaði klokkan tvey í dag, so verður ikki talan um nakran rokfund.
Ólavsøkan tóktist væl yvirstaðin hjá tinglimum, og formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, roknaði við einum róligum og góðum fundi.
Vit fingu orðið á løgmann beint áðrenn fundurin byrjaði og spurdu hann, hvat stóð á skránni.
- Hetta er bara ein vanligur samgongufundur, har vit fara at tosa um búskaparligu støðuna. Eisini hevur fíggjarmálaráðharrin gjørt eitt upplegg um, hvussu hann sær upp á búskaparligu støðuna, og tað fer hann so at leggja fram, segði løgmaður.
Síðani skal so finnast fram til, hvussu flokkarnir fyrihalda seg politiskt til tað, sum fram verður lagt.
Sum skiltist á lagnum, rokna tinglimir og landsstýrismenn við einum stillum og róligum fundi ? men tað er tó ikki til at siga við vissu, fyrr enn fundurin er lokin.