Við Edmundi á floti

Fríggjadagurin 13. september man fara í søguna sum ein tann vakrasti og heitasti heystardagur í Føroyum í minniligar tíðir. Sundalagið varð einki undantak í so máta.

Reportasja úr Sundalagnum

Eftir at hava verið ?offur?, staðið fyri skotum, verið umrøddur, endurgivin, róstur og kritiseraður og hvørt av sínum í Sosialinum sum alari, skelja- og rækjumaður, tingmaður, floksformaður, løgmaður og loksins tingformaður helt Edmund Joensen, at tíðin var komin til at bjóða blaðstjóra og teknara á Sosialinum á ein fyri teir heldur sjáldsaman túr í Sundalagnum. Hesin túrur skuldi eisini vísa seg at vera ikki bert lekidómur fyri sál og sinni men eisini ein ferð inn í ein heldur ókendan og sera áhugaverdan heim ? ið vit síggja dagliga, tó at vit ikki geva okkum far um hann. Hann skuldi vísa seg at geva ikki bert blaðstjóra og teknara men eisini fiskifrøðingum og fornfrøðingum nakað at hugsa um.

-Eg helt eg skuldi bjóða blaðstjóra og teknara, sum jú dagliga eru samfelagseygleiðarar at uppliva og eygleiða nakað annað, enn tað teir eru vanir við í sínum arbeiði. Eg vildi sleppa at vísa teimum hetta pinkulítla men sera ríka Sundalagið. Fólk, sum vanliga bara fara spolandi við bili um brúnna hugsa ikki um, hvat fyri eldorado hetta streymharða sundið í veruleikanum er sigur ein brosandi og fryntligur Edmundur mest álíkur einum stoltum høvdinga, sum eygleiðir sítt heimabeiti. Tingformaðurin dámar sjálvur so avbera væl at vera á sjónum og fiska. Hann er eisini nokkso fólkaalskin maður, sum dámar at vera saman við øðrum eisini.

Rætt er tað, at vit koyra oftani um brúnna við Streymin uttan at geva okkum fær um tað lív, sum streymurin har hevur verið uppruni til og framvegis er tað. Hvør av okkum man hava hugsað um, at nettupp her búleikaðust fyrstu ?føroyingarnir?, írsku niðurseturmenninir, fyri skjótt 1500 árum síðani, og at tað varð nettupp friðsæla og lívgevandi náttúran her um leiðir, ið varð grundarlagið undir ? hvør veit ? kanska tí fyrstu búsetingini í Føroyum yvirhøvur!

Lagt varð frá landi í glastrevjabáti. Í kyrrindunum varð akkerið tveitt út miðskeiðis í sundinum millum Grønhólm streymoyarmegin og Bátshøvda við Bátshøvdavíkina á eysturoyarlandinum, har teir gomlu helst goymdu bátarnar. Víkin er eisini kend frá Pløyen amtmanni, sum kvøður um hetta eitt tað besta grindaplássið í landinum ? mellem Hvalvig og Øre.

Roynt varð á 4-5 favna dýpi, einar 100 metrar úr landi. Reiðskapurin varð eitt fjarðasnøri og ein heimagjørd hondsnella við tráðu. Landkrabbarnir fingu fitt av landfiski og øðrum uttankvotafiski, 12 stórar toskar, (A-fiskur), 30 til 40 bergiltir (reyðfiskur) og einar 15 skrubbur. Og hartil eisini fýra sjóreyvar, ið sostatt vóru tær einastu, ið fingu ongul í reyv.

Tað er einki at taka seg aftur í, at landkrabbarnir, sum staðkendi oyramaðurin hevði boðið við sær á flot henda dagin, gerast ikki sørt kløkkir av at draga inn ein stóran tosk fyri og annan eftir her inni við land. Hetta er jú ikki Norðhavið. Ikki er Edmundur bert hugagóður veiðumaður, hann er eisini góður at siga frá í hesum toskarokinum. Og minnist aftur á hvat teir gomlu plagdu at siga frá.

Tað vóru nøkur ár, at teir fingu stóran og oftast soltnan tosk inni á fjørðinum. Hann kallaðu teir landfisk. Teimum gomlu plagdu ikki at dáma hetta, tí tað var ikki gott tekin. Tað var heldur tekin um, at føðin minkaði uttan fyri. Fiskurin leitaði inn á fjørðin at leita sær eftir føði: krabba, gággu, brosmukálvum, tarabrosmum og øðrum livandi á botni. Hetta varð tikið sum eitt ávaringartekin.

Teir tóku land
Á túrinum varð eisini lagt at landi á oydnari oyggj, Grønhólmur nevnd. Her kundi manningin njóta friðsæluna og órørdu náttúruna. Nærhendis er so eisini Kjøthólmur, har teir gomlu høvdu kjall at goyma kjøtið í.

Við tí frálíka útsýninum yvir alt sundið og friðsæluni har valdaði lá ræðið fyri hjá oyramanninum at greiða gestunum frá um bæði søgu og náttúru.

Streymurin er lívgevandi fyri alt Sundalagið. Tað var hann helst eisini, tá fyrstu niðurseturfólkini komu higar. Tað var tí eisni náttúrligt, at fyrstu niðursetufólkini, írskir munkar, leitaðu sær henda vegin fyri skjótt 1500 árum síðani. Edmundur, sum sjálvur er uppvaksin í hesum so áhugaverda og livandi umhvørvinum, trein sínar barnaskógvar á Oyri og hevur livað síni vaksnamannaár á Oyrabakka, heldur tað kundi verið áhugavert hjá fornfrøðingum at sett spakan og skeiðina í eitt av teimum mongu plássunum millum Oyri og Oyrabakka, sum minna okkum á írska búseting. Har er
?Írland?, nesið, sum stingur seg úr landi. Har er søgan um Kvassa, ein hin fyrst nevndi føroyingurin man veit um, ið varð írskur niðurseturmaður og munkur og sum søgnin sigur skal liggja grivin í Kvassheyggi oman fyri vegin. Í dag hevur kappróðrarbáturin á staðnum navn eftir honum. Søgnin sigur, at Kvassi kundi síggja alt ríkið sítt, sum rakk úr Eystnesi fyri sunnan til Kollin á Eiði fyri norðan. Har eru írateigarnir tey rópa, sum liggjan norðan fyri ?Írland?. Eingin veit, hví teir eru har. Har eru eisini nakrir óvanligir garðar norðan fyri Bátshøvdavíkina, sum heldur eingin skilur. Og soleiðis kundi verið hildið fram at tosa um nøvn og fyribrigdi frá eini farnari tíð, sum vit í dag lítið og einki vita um. Kanska vit ein dag, tá fornfrøðingarnar hava orku og tíð, fáa meira at vita um, hvørji hesi fyrstu niðursetufólkini vóru.

At tey hava sett seg niður her heldur Edmundur vera so heilt náttúrligt. Tí her yður við lívi. Økið Írland teir rópa er slætt og sera gróðrarríkt. Her er nógv torv. Og beint viðdyrnar er sjókjallurin við seiði, sild, øðu, gággu og kræklingi. Tú kanst næstan ganga út eftir hesum. Her er alt.

Og so fuglurin. Her hava verið og eru fleiri fuglasløg, eitt nú æða, havgás, ont, dunnur. Hetta er eisini kovin hjá tjóðfugli okkara. Túsundtals tjøldur vitja Mógvstøðuna norðan fyri brúnna. Tað er tann oyran frá kirkjuni og norð um ánna á Norðskála, har kræklingur heldur til. So nógv var til av honum fyrr, at hon varð mett móti eini hálvari mørk í jørð.

Tann góði fiskimaðurin í Sundunum kennir seg um hagamann, tá hann fer á fjørðin. Hann kann siga, hvat slag henda og handa bergiltan (reyðfiskur) er og hvaðani hon kemur. Hyggur tú at taranum á botninum, so skiftir hann lit og fiskurin við honum alt eftir, hvar man er á botni í Streyminum. Beint undir brúnni, har streymurin er harður eru tari og bergiltur myrkareyðar og verða so ljósari tess longur norður og suður um brúnna tú kemur.

Jú sannliga er Sundalagið, ið røkkur frá Tangafirði til Eiðis, nakað fyri seg. Mest álíkt einum eldorado bara tú gevur tær fær um tað. Tey, sum hava ferðast eftir Niloynni í Egyptalandi, fáa júst somu kenslu, tá farið verður við báti gjøgnum Sundalagið. Eins og Niláin er lívgevandi fyri alt umhvørvið har, er tað streymurin í Sundalagnum, sum skapar lív í sundinum og harvið eisini á báðum áarbøkkunum. Streymurin í Sundalagnum er hin føroyski Nilurin.

Henda kenslan var meira galdandi fyrr, tá eingir vegir vóru og tú noyddist við báti gjøgnum Sundalagið. Ella vit leita heilt aftur til fyrstu niðursetufólkini, ið helst mettu hetta sum besta búpláss í landinum.

Dagurin líður og teir tríggir, tingformaðurin av Oyrabakka, teknarin og blaðstjórin á Sosialinum leggja aftur leiðina til lands. Meðan Edfríð bakar vaflur og leggur ein av stóru toskunum í pottin er Edmund farin at flekja og greipa restina av dagsins fongi til snóratræið. Ein ófør løta er at enda komin. Heimaftur fara gestirnir nógv minni ríkari og við eini heilt nýggjari fatan av einum av Føroya ríkastu blettum.