Við føturnar á liggjandi konum

Tríggjar søgur eftir Galinu Stjerbakova, nú komnar út á Sprotanum. Stílurin hjá Galinu Stjerbakovu er sera støkkin, og lopið verður úr einum í annað og millum persónar, sum vit tó allar sleppa at kenna væl. Hesin støkni stílur er kanska ein litterer snild, sum sampakkar væl við høvuðsevnið hjá henni, sum er eitt forkunnugt altfatandi avbrigdi av doppelganger-motivinum, sum er sera væl umboðað í russiskum skaldskapi

Søgurnar eru tríggjar í tali og nevnast Við føturnar á liggjandi konum, Avokadosteinurin og Ein søga í rappstíli.

Stjerbakova gevur í hesum trimum søgum djúptøkið innlit í gerandisdagin hjá nøkrum fátækum fólkum, og eins og tann íslendski høvundurin Einar Már Guðmundsson nýtir hon humor. Men hennara stílur er nógv daprari í tí, og fólkini nógv syrgnari og vónleysari.

Hetta eru søgur um tey, sum ongantíð sluppu at liva og gera sær sínar royndir við hinum kyninum, ella seta egið búgv og tjena pengar. Og tískil lesa vit hjá Stjerbakovu um nøkur syrgilig og ótrúliga deprimerandi, persónsmenskuleys og kúgað individ. Vit lesa um nakað so trist og lívleyst sum andnegl, ovurfiti, lamni og leti, krígsveteranar og granatsjokk, ungdómsdemens og hjún í besta aldri, sum eru fráløgst, ella sum ongantíð hava havt nakað serligt saman á tí økinum, hóast tey hava verið gift í fleiri ár.

Men tó at hesir uttaru karmar eru so keðiligir, sum teir eru, so finna vit hjá Stjerbakovu og í hennara persónum bæði varma, humor og spakan og av sonnum hjartanemandi kærleika og næstratokka. Vit lesa til dømis í teirri fyrstu søguni, sum eitur Við føturnar á liggjandi konum, um Panin, Sprecht og Soroka, sum standa úti á vegnum og práta, og Panin hevur hol í skónum, og nógv tíð fer til at lýsa, hvussu hann skrúvar og snarar tærnar niður í sandin, tí tað linnar so væl um pínuna í teimum.

Hetta skemtiliga lyndið, sum sosialrealistiskir høvundar stundum nýta til at fáa eitt bros fram á varrunum á lesaranum, kenna vit føroyingar eisini aftur frá Heðini Brú og Jens Paula Heinesen, sum jú báðir skrivaðu um føroyskt bygdalív og bygdamentan. Heðin Brú hevur eina søgu um ein dana, sum kemur og spyr nakrar føroyingar, hvar húsini hjá sorinskrivaranum eru? Tá peikar ein føroyingur við tánni, og tað er hol í skónum hjá honum. Hetta ger hann, tí hann tímir ikki at koyra hendurnar úr lummanum.

Í hesi søgu hitta vit tann tuflaða og syrgiliga eksistensin Sjpekov-Sprecht, sum verður bukaður av konuni, men tolin finnur seg í øllum og krýpur fyri henni sum ein hundur. Og uttanfyri gongur tann gamla konan Konovalikhova og rópar á sín hund.

Hetta dualistiska loftaríið millum ymsu síðurnar í søguni – hetta at lýsa ein mann sum ein hund, og so hava ein ordiligan hund rennandi uttanfyri – er eitt innbygt element í næstan øllum søgum Stjerbakovus. Vit kenna tað eisini úr søguni Malena og Justitia eftir Valdemar Poulsen, sum millum annað skrivaði skaldsøguna um Osvald.

Stjerbakova skrivar um smáar lagnur og tey vanligu fátæku fólkini, sum vit øll við einum góðum vilja kunnu kenna okkum aftur í, høvdu vit verið stødd undir somu korum sum tey. Og tað er kanska dreymurin um eitt betri lív, sum er støðið undir spegilselementinum í hennara søgum – lyndið til at skapa eina betri útgávu av sær sjálvum og sínum óhepnu umstøðum.

Eisini hitta vit teir báðar vinmenn hansara Soroka, sum er kvinnudárari og pilotur, og Panin. Vit fáa nógv filosofiskt og politiskt túnatos millum teir tríggjar, kryddað við hópin av lopum í tíð og stað.

Vit hitta Zinu, ið eisini er pilotur, og vit lesa eitt syrgiligt brot um fysikklæraran Igor, ið hevur verið í kríggi og hevur granatsjokk og roynir at tøla Zinu á ein sera óbúnan hátt, ið avdúkar, at hóast hann hevur verið giftur í átta ár, hevur hann lítlar og ongar royndir á hesum øki.

Zina verður upp á vegin og eigur ein drong, ið er meinlíkur pápanum – og tey eru grannar, so har fær Stjerbakova eitt sindur av drama og spenningi inn í søguna.

Søgan endar við, at Panin stendur úti á vegnum og hyggur upp á luftina og stjørnurnar og ímyndar sær eitt, sum Stjerbakova rópar ”ein lívstríkant” og nakrar ósjónligar liggjandi konur. Hesin gátuføri endi kann tulkast á mangar hættir. Kanska er lívstríkanturin mynd á tríkantsdrama, sum kanska altíð er partur av lívinum, ella kanska sjálvt innihaldið í lívinum, ella er hann mynd á okkurt størri og meir. Tað fáa vit ikki at vita bert við at lesa eitt ummæli sum hetta, men tá er helst neyðugt sjálvur at lesa søgurnar.


Onnur søgan eitur Avokadosteinurin, og hon er ein í stíli sera støkkin frásøgn – ber næstan brá av frásøguháttinum hjá Proust í Á la Recherche du Temps Perdu. Sjónarhornið er tað hjá einari kvinnu, sum býr einsamøll, og sum brádliga fær vitjan av einari fremmandari gentu, sum er upp á vegin, og sum legst inn á hana at búgva.

Gentan verður lýst sum búkstór, og við opnari splittu. Yvirhøvur eru nógvar lýsingar hjá Stjerbakovu av opnum splittum, naknum fótum, saft, sum av óvart rennur eftir lørunum á konufólki osfr. Stundum letur hon tó eisini hetta lyndið siga onkran góðan og humoristiskan sannleika, sum til dømis hetta brotið á s. 136 um ein vísindamann, sum gjørdi laksarogn burtur úr lorti:

”Upp á spurningin um, hvussu gekst, svaraði hann glaður: ”Tað er alt hilnast væl, nú er bara eftir at fáa luktin burtur.””

Kanska ein beinrakin mynd, sum sigur nógv um vísindina og serliga heilivágsídnaðin í dag?

Samrøðurnar hjá hesari kvinnu og gentuni verða miðlað til okkara gjøgnum hugaheimin hjá kvinnuni og tí, sum hon minnist úr fortíðini. Eisini setur høvundurin søguna í samband við ta kendu skaldsøguna Meistaran og Margarita eftir Mikhail Bulgakov.

Seinni í søguni er aftur lop tíð. Vit fara aftur til eina, sum eitur Zjenja, og hon verður upp á vegin. Og her síggja vit aftur tað dualistiska loftaríið hjá Stjerbakovu.

Tann áhugaverda niðurstøðan í hesi søgu er, at tann gesturin, sum hon tosar um í byrjanini á søguni, bæði kann vera sjálv søgan, sum hon skrivar, og eisini Zjenja og tann ókunniga gentan, sum er upp á vegin.

Stjerbakovu dámar væl tað kropsliga, og tað at vera upp á vegin er sjálvandi sera kropsligt. Haraftrat kann tað sigast vera eitt fyribrigdi, sum elur av sær ein lítlan doppelgangara. So hóast tað ikki sæst við fyrsta eygnakast, so hanga øll temuni og stílurin hjá Stjerbakovu sera væl saman.


Tann seinasta søgan er tann filosofiskasta av teimum trimum – Ein søga í rappstíli. Hon er á tremur við normativum hugleiðingum um orð og orðamerkingar.

Søgan snýr seg um eini hjún við einari dóttur, og sjónarhornið er tað hjá konuni. Har bankar uppá ein morgun, hon fer út og letur upp – og verður skotin í óstbeinið, men doyr ikki.

So liggur hon á sjúkrahúsinum – og har fáa vit aftur filosofiskt prát millum sjúklingarnar (saman við tí skatologiska skemtinum, sum er so eyðkent fyri Stjerbakovu) – og tá gerst lesarin so við og við varugur við, at tað kanska var dóttur kvinnuna, sum skeyt mammu sína. Væl klárar Stjerbakova at halda spenningin millum móður og dóttur, uttan at hon snávar við tí.

Í øðrum parti hitta vit eina aðra kvinnu, sum eigur eina dóttur, sum er meinlík dóttrini hjá høvuðspersóninum – og báðar døturnar eita tað sama. So fáa vit aftur drama og spenning, til eyðsýnt verður, at tað er sami maður – maður frásøgufólkið í søguni – sum er pápi at báðum gentum. Og at tað var hin gentan, sum skeyt konu pápans.

Torgreitt og skelkandi? Jú, sanniliga. Í hesi seinastu søgu kann av sonnum sigast, at Stjerbakova hevur nátt tindin av sínum dualistiska metafor-loftaríi og doppelganger-motivi. Hetta er ein hugtakandi og tekniskt frágera væl úr hondum greidd endasøga, sum endar eitt sera øðrvísi, innhugsið og filosofiskt søgusavn, sum øllum kann viðmælast at ogna sær og lesa.





Fakta

Galina Nikolaevna Stjerbakova (10. mai 1932 – 23. mars 2010) var russiskur og sovjettiskur rithøvundur. Hon var fødd í Donetsk-økinum í Ukraina. Hon las við námsfrøðiliga háskúlan í Cheljabinsk. Síðani undirvísti hon í russiskum máli og bókmentum. Hon starvaðist eisini eitt skifti sum blaðkvinna, men hon segði upp og fór at royna seg sum rithøvundur burturav. Hon helt nevniliga, at journalistikkur kravdi, at ein var falskur og bert varpaði ljós á eina síðu av málinum og tagdi um hinar síðurnar, og hetta dámdi henni ikki. Hon hevur eisini sagt seg ikki dáma antisemittar, tí syndin er stór at hata nakran vegna trúgv ella tjóðskap


Fakta

Tann seriøsi parturin av heildarverkinum hjá Stjerbakovu – nevniliga tað filosofiska prosaið – varð skrivaður áðrenn 70’ini. Hon hevði tó trupulleikar við at fáa nakran at geva tað út. Tískil gjørdi hon av at fara at skriva eina ástarskaldsøgu, ið varð prentað í tíðarritinum ”Junosd” (Ungdómur (??????)) á heysti 1979. Hon gjørdist væl umtókt, og Stjerbakova fekk nógv rósandi brøv frá lesarum

Hin 15. jan. 2010 varð henni handað borgara-heiðurslønin ”Glæsiliga fortíð” í Cheljabinsk

Galina Stjerbakova skrivaði fleiri enn 20 bøkur og doyði, áðrenn tann seinasta varð liðug. Nógvir filmar eru gjørdir við støði í søgum hennara

Hon andaðist í Moskva og er grivin í Mjuskom-kirkjugarðinum, ið liggur nærhendis Mar’in-viðarlundini

Við føturnar á liggjandi konum er fyrsta verk eftir Stjerbakovu á føroyskum. Johnny Thomsen hevur týtt úr russiskum. Bókin er 230 bls.