Viðfara vaksin sum børn, og børn sum vaksin

Thomas Arabo
-----

Eitt totalitert rák er í okkara samfelag í hesum døgum, har staturin vil noyða fólk til eitt ávíst lív. Ikki leiðbeina ella kunna, men regulert noyða ella skatta fólk at liva á ein ávísan alt for smalt defineraðan hátt.
Eg tosi sjálvandi um heilsukampanjur og toll- og avgjaldshækkingar á ósunnar vørur. Eg tosi eisini um yvirformyndaríið og óneyðugu tiltøkini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum vit øll gjalda í dýrum dómum fyri.

Vanligi føroyingurin roknaður sum býttur
Grundtankin aftan fyri nógv av tí, sum Fólkaheilsuráðið og Starvsstovan fáast við, er at vanligi føroyingurin er býttur, og má verjast frá sær sjálvum við avgjøldum og forboðum.
Man brúkar stórt uppslignar kampanjur, sum tiltala tey, ið dáma happenings. Kampanjur sum í flestu førum verða kopieraðar aðrastaðni frá.
Tað er nakað totalitert við, at staturin skipar fyri, at nú skulu øll fara út at renna ella gera gymnastikk í felag. Eg komi at hugsa um gamlar myndir frá totaliterum statum, har fólk stóðu á stórum plássum og gjørdu fimleik saman. Heilsumálaráðharrin í Sovjettsamveldinum æt fólkakommiserur fyri fólkaheilsu.

Hvussu yvirlivdu vit fyrr?
Eg havi einki ímóti, at borgarin kann fara onkustaðni og fáa kunning um ávís ting, sum viðkoma heilsu ella matreinføri, men kundu vit ikki tað, áðrenn Fólkaheilsuráðið var uppfunnið, og starvsstovan hevði meira enn eina promillu av øllum føroyingum í arbeiði?
Eg veit, at vit mugu hava eina Heilsfrøðisliga Starvsstovu, sum er alneyðug, skulu vit gera okkum nakra vón um at varðveita ein fiskiídnað og eina alivinnu. Men! Er tað veruliga neyðugt at fara út at kanna stevnumat? Hvussu nógv eru deyð av stevnumati nakrantíð í Føroyum? Hví skal søla av skerpikjøti undir dagsins treytum bara loyvast til 1. Juni í 2015? Hvør hevur bestemmað tað?

Havið álit á fólki
Sjálvandi skal tað vera reint og nossligt, har sum matur er, men fólk flest eru ikki blind. Set eitt skilti upp við candy floss skúrin ella smyrjibreyðsbúðina hjá lokala skótaliðnum, at sølustaðurin og køkurin IKKI er góðkendur av Starvsstovuni. Tað sama hjá bøndrum og í vágsbotni, har fólk selja nátar. So kunnu fólk sjálvi gera av, um tey keypa har ella ikki. Tey, sum vilja hava góðkenning frá Starvsstovuni, kunnu altíð fara í ein handil at keypa sær okkurt vakuumpakkað við einari kaloriutabell at eta.

Karsten Hansen og heppikórið á Sosialinum
Karsten Hansen, sum tykist dáma forboðstankagongd, hevur skotið upp, at tollfrí søla av sigarettum skal avtakast. Sum um tað ikki var nokk, at man innførdi hatta hálva kartongið av cigarettum, og svørtu cigarettgardinurnar á flogvøllinum, sum eru ein landaskomm.
Ein oddagrein í Sosialinum fer enn longur og argumenterar fyri, at øll tollfrí søla skal avtakast, tí tað er so í ES. Ja, men í tí mesta av ES kosta t.d. bilar ein triðing av tí, teir kosta í Føroyum, ein øl kann keypast fyri 3 krónur, og en litur av víni fyri 20 krónur. Skal hatta argumentið brúkast, kunnu vit ikki sita aftan fyri methøgar toll- og avgjaldsmúrar sum í dag.

Okkum tørvar ein forboðssteðg
Karsten Hansen og oddagreinin í Sosialinum tala fyri einar Føroyar við nøkrum forboðum afturat. Einar Føroyar sum skilta við, at landið einki álit hevur á, at vanligi føroyingum klárar at stýra sær sjálvum. Hetta í eini tíð, har vit øll ganga og tosa um, at hvat man skal gera fyri at fáa fólk at støðast her. Kunnu vit forbjóða, tolla og formynda okkum til fólkavøkstur?
Vaksin fólk avgera í síðsta enda sjálvi, hvussu lívið skal livast. Tað ber ikki til, at ein elita av heilsu- og lívstílsserfrøðingum vil stýra okkum øllum við forboðum og sanktiónum, sum um vit vóru børn, samstundis sum serfrøðingar úr sama samfelagssegmenti argumentera vítt og breitt ímoti at seta ov nógv mørk hjá børnum. Vit mugu ikki fáa eitt samfelag sum fer við vaksnum sum børnum, og við børnum sum vaksnum.