Íslendski uttanríkisráðharrin, Össur Skarphéðinsson, hevur góðar vónir um, at ES-nevndin fer at taka støðu til íslendsku umsóknina um limaskap longu í desember ella í seinasta lagi í mars næsta ár.
Tað segði hann við svensku tíðindastovuna TT í gjár.
Össur Skarpheðinsson vísti á, at íslendska stjórnin hevur svarað øllum spurningunum frá ES-nevndini, hóast freistin at svara ikki rennur út fyrr enn hálvan november.
Tað er sambært finska uttanríkisráðharranum, Alexander Stubb, nýtt met, og fær Ísland svar longu í desember, er tað eisini nýtt met, segði hann við TT.