Bæði Heilbrigdi á Velbastað og Blákrossheimið uppi á Varða fáa hvør sínar 95.000 krónur frá tí almenna til rakstur. Tað leggur eykajáttanaruppskotið, sum er til viðgerðar í Løgtinginum, upp til.
Grundgevingarnar fyri báðar eykajáttanirnar eru, at núverandi játtanin er ov tepur, stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið.
Bæði Heilbrigdi og Blákrossheimið fáa frammanundan góðar fimm milliónir krónur frá tí almenna.