Viðgerðir á sjúkrahúsum skulu útlutast politiskt

Tað skal avgerðast politiskt, hvørjar viðgerðir skulu vera á hvørjum av teimum trimum sjúkrahúsunum

Virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum skal tryggjast við lóg.

 

Tað eru tað nakrir politikarar í Løgtinginum, sum halda.

 

Løgtingið viðger í dag eina frágreiðing um, hvussu sjúkrahúsverkið skal skipast í framtíðini

 

Og í tí sambandi staðfesti Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna úr Klaksvík fyri Fólkaflokkin, at hon  framvegis stúrir fyri, at Klaksvíkar Sjúkrahús ferð at verða niðurlagað.

 

Tí heldur hon, at fyri tryggleikan hjá sjúklingunum skal Løgtingið beinleiðis áseta við løg, hvørjar viðgerir skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi.

 

Ruth Vang, løgtingskvinna í Havn fyri Framsókn, heldur, at vit hava brúk fyri øllum trimum sjúkrahúsunum, og hon er ikki bangin fyri at áseta við lóg, hvørjar viðgerðir skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi.

 

Men eina slíka skipan er Jenis av Rana, løgtingsmaður úr Havn fyri Miðflokkin, og eisini kommunulækni, heldur ikki at tað er ein gongd leið.

 

Hann sær fyri sær, at hetta fer at merkja, at bæði læknar og onnur heilsustarvsfólk mugu ferðast ímillum sjúkrahús.

 

Hann heldur at tað er einki so órógvandi fyri arbeiðsdagin hjá einum lækna at verða avbrotin í heilum og at vera fluttur ímillum fleiri sjúkrahús.

 

– Eg haldi ikki at nakað skil er í hesum, sigur Jenis av Rana.