Í næstum bjóðar Hoyvíkar Kirkja til hjúnarbandsdag, har evnini verða eitt nú sex, ótrúskapur, hjúnarskilnaður, kærleiki og forelskilsi. Tað eru prestarnir í Suðurstreymoy, sum hava tikið stig til henda dagin, sum
verður fyriskipaður við fyrilestrum og orðaskifti.
Tað verður Fróði Madsen, cand. ped. Psyk., sum fer at halda fyrilestrar.
Fróði býr í Danmark, men kemur til Føroyar í hesum sambandi.
Tosað verður um kærleiki, forelskilsi, sex, hjúnaskilnaður, trúnaður, ótrúðskapur, uppaling, trivnaður, stríð, ósemjur, trúðskapur, náði, fyrigeving, mótstøðumegi,
kirkjan og hjúnabandið, vantan, hjúnalyftið, gransking, verður boðað frá í dag í tíðindaskrivi.
Hjúnarbandsdagurin er 26. Mars.