Viðgera umsóknina mánadagin

Mánadagin fer trygdarráðið hjá ST at viðgera umsóknina um fullan palestinskan limaskap í heimsfelagsskapinum. Tað sigur ST-sendimaðurin hjá Libanon, sum hevur formansskapin í trygdarráðnumm í løtuni. Hann hevur fingið umsóknina og latið hinum 14 limalondunum í trygdarráðnum avrit av henni.

Tað er kortini greitt, at USA fer at nýta sýtingarrættin ímóti umsóknini, um tað gerst neyðugt. Men tað er eisini greitt, at tann sokallaða Miðeystur-kvartettin fer at gera eina roynd at loysa trætuna við einari semju um, hvussu friðarsamráðingarnar skulu fáast aftur á beint.

Í Miðeystur-kvartettini eru ST, ES, USA og Russland.