Limir í Føroya Skipara-og Navigatørfelag eiga bæði at fáa frídagar, sum eru til góðar, útgoldnar, umframt løn í uppsagnartíð. Tað sigur fasti gerðarrætturin í úrskurði. Stutt fyri jól fekk Føroya Skipara-og Navigatørfelag viðhald í fasta gerðarrættinum í einum máli um uppsagnartíð. Málið snýr seg um, hvørt sáttmálin millum skiparar-og navigatørar øðrumegin og Reiðarafelagið fyri Farmaskip hinumegin loyvir at avvikla ella mótrokna uppsagnartíð í frídøgum.
Úrskurðurin, sum gerðarrætturin nú hevur gjørt, sigur, at limir í Føroya Skipara-og Navigatørfelag bæði eiga at fáa frídagar, sum eru til góðar, útgoldnar, umframt løn í uppsagnartíðini.
Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sigur, at stríðandi partarnir vóru samdir um at leggja málið fyri fasta gerðarrættin.
- Vit hava havt fleiri sakarmál, har henda sáttmálatulking hevur verið ein partur av málinum. Av tí, at hetta var ein tulkingarspurningur, vóru partarnir samdir um at taka henda partin burtur úr og leggja hann fyri gerðarrætt, sigur hann.
- Úrskurðurin hjá fasta gerðarrættinum, sum nú hevur givið okkum viðhald, er endaligur, staðfestir Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
Felagið heldur annars aðalfund á Hotel Tórshavn í dag.