Viðhvørt verði eg ovfarin av hvar søgan endar

Jógvan Isaksen hevur skrivað sína fjúrtandu krimibók. Hon kallast »Heljarportur« og er fjórða bókin í røðini um William Hammer og Skansadeildina. Frammanundan skrivaði Jógvan Isaksen tíggju bøkur um Hannes Martinsson.

– Ein krimisøga hevur brúk fyri einum hugskoti, tí onkrastaðni skal mann seta á. Summir rithøvundar hava eina neyva ætlan fyri, hvussu teir ætla at skriva bókina og vita, hvat teir ymsu kapitullarnir skulu snúgva seg um. Soleiðis havi eg tað ikki. Eg havi ein stuttan synopsis, eitt stutt yvirlit yvir, hvønn veg eg ætli mær, men fyri tað mesta veit eg ikki, hvagar leiðin gongur. Tá ið tú situr og skrivar sovorðið tilfar, hendir tað ofta, at skrivingin tekur yvir og førir teg aðrar vegir, enn tú av fyrstan tíð hevði ætlað tær, sigur Jógvan Isaksen.

– Eg seti mær nøkur punkt upp, eini fimm til tíggju, men so fylgi eg kanska tveimum ella trimum, og so má eg broyta rest, tí tá eri eg farin ein heilt annan veg við søguni. Við hvørt kann eg blíva yvirraskaður av, hvar søgan endar, sigur hann.

Bókin »Heljarportur« verður at fáa í sølubúðunum fyrsta dagin.