Í skrivinum, sum er undirskrivað av Árna Absalonsen, borgarstjóra, verður funnist hvassliga at SVF, tí sjónvarpið bara dekkaði summi øki í sambandi við kongaligu vitjanina. Viðareiðis Kommuna krevur í skrivinum, at manglandi dekningurin av vitjanini á Viðareiði fær avleiðingar.
Høvdu gjørt nógv burturúr
Sagt verður, at bæði bygdin og fólkið á Viðareiði hava gjørt sera nógv burtur úr vitjanini hjá teimum kongaligu, og tey eru sera vónsvikin av, at føroysku loftmiðlarnir virða hetta so lítið. Somuleiðis verður sagt, at tað hevði havt stóran týdning fyri bygdina, um hon hevði fingið eitt sindur av umtalu og harvið "reklamu" í sjónvarpinum.
Tá ið drotningin vitjaði í Føroyum í 1995, var eisini vitjað á Viðareiði, men heldur ikki tá hevði SVF nakra dekning av Viðareiði, og tí høvdu viðingar væntað og vónað, at SVF royndi at gera skaðan góðan aftur hesaferð, men teir fóru skeivir. Viðingar halda, at tá talan er um public service, eiga teir at fáa eins góða umtalu sum onnur, og tá ið tað ikki er gjørt, ivast teir í, um viðingar ikki eiga at sleppa undan at gjalda til SVF/ÚF.
Vit royndu mánadagin at fáa eina viðmerking bæði frá landsstýrismanninum, Jógvani á Lakjuni, og stjóranum fyri Kringvarpi Føroya, Jógvan Jespersen, men hvørgin teirra var at hitta.