Viðm. til grein »Hugleiðingar um leiðslubygnaðin«

Viðmerking til grein »Hugleiðingar um leiðslubygnaðin« hjá J. P. Davidsen formanni í Serlæknafelag Føroya, í blaðnum 19.6.99

Vit hava eina viðmerking til brot í greinini, har tú skrivar eina rættleiðing til Kristian Magnussen, sum skal hava sagt at viðgerð og røkt hava størsta týdning fyri brúkaran?, síðani skrivar tú, citat »undirritaði (og neyvan heldur nakar av mínum starvsfeløgum« hevur ongantíð møtt einum sjúklingi sum ynskir seg innlagdan á sjúkrahús, fyri at fáa røkt« Citat endar.

Talan var um viðgerð og røkt á sjúkrahúsi. Sjálvandi verður sjúklingurin innlagdur til røkt - annars varð hann viðgjørdur ambulant!!!

Hugsar tú tær eitt hospital uttan røkt? Vit hugsa okkum ikki eitt hospital uttan viðgerð.


Vinarliga

Hildigunn Christiansen

Edith Vang og

Monica Brickman, sjúkraystrar